Kreml: Ukraina og vesturheimurin hava skyldina

Kreml endurtekur nú, at russiski forsetin er opin fyri samrøðum við Ukraina, og Vladimir Putin gevur Ukraina og vesturheiminum skyldina fyri, at ongar diplomatiskar samrøður eru millum londini.

Russland sigur í dag sambært tíðindastovuni Reuters, at teirra herdeildir gera framtøk í lítla námsbýnum, Soledar, har eysturi í Ukraina, har harðir bardagar hava verið seinastu vikurnar.

 

Í gjár visti bretska fregnartænastan at siga, at russiski herurin seinastu dagarnar hevur havt framgongd í býnum, og at meginparturin av býnum helst er undir russiskum ræði.

 

Talsfólk fyri eystara part av ukrainsku herdeildunum siga hinvegin, at russiski herurin ikki hevur ræðið í býnum, tí russisku herdeildirnar hava  ikki megnað at brotið ukrainsku verjuskansarnar.

 

Tað er serliga her eysturi í Ukraina, at harðir bardagar hava verið seinastu vikurnar, og størri býurin Bakhmut, sum liggur einar 10 kilometrar burturi, hevur eisini verið fyri russiskum álopum.

 

##med2##

 

Eingin ivi er tó um, at tað eru ukrainar, sum hava fult ræði í Bakhmut.

 

Sambært Reuters, endurtekur Kreml, at Vladimir Putin er opin fyri samrøðum við Ukraina, og forsetin gevur Ukraina og vesturheiminum skyldina fyri, at ongar diplomatiskar samrøður eru millum londini.