Krevja ov nógv av eldsálunum

Tað er neyðugt, at arbeiðstíðin hjá lærarum verður lýst betur heldur Martin Eidesgaard, skúlastjóri á Tvøroyri

Rundferð

Skal fólkaskúlin mennast, er ta ein fortreyt, at hann fær arbeiðsfrið.
Tað segði Martin Eidesgaard, skúlastjóri á Tvøroyri, tá ið hann segði sína hugsan um framtíðar skúlan á fundinum mánadagin ímillum Annlis Bjarkhamar, landsstýrismann og lærarar í Suðuroy.
Hann nevndi at skjøtil er sett á nógv av tí, sum lógin áleggur skúlunum og nógvir lærarar hava eisini ásannað, hvussu góð amboð ársætlanir og toymisætlanir eru
Men tað er eisini ein spurningur um tilvenjing og tað tekur tíð, legði hann afturat.
? Flestu lærarar eru enn av tí gamla slagnum, har tað var tann einstaki lærarin, sum legði til rættis og sum hevði ábyrgdina av flokkinum og undirvísingini. Nú skulu vit venja okkum til at gera hetta arbeiði í felag.
Eftir hansara tykki má menningin av toymisarbeiðinum onkursvegna spretta úr teirri mentan, sum er á tí einstaka skúlanum, og tað tekur tíð.
? Ein kendur danskur skúli, Matheusgadeskolen , sum hevur verið nevndur í útvarpssendini ?Skúlagáttin?, nýtti 10 ár, áðrenn tey hildu, at tey megnaði toymisarbeiði nøktandi.
Hann nevndi eisini, at tær royndir, Tvøroyrar Skúli hevði av breytunum, er, at næminga-grundarlagið má vera nóg stórt, fyri at teir kunnu fáa eitt nøktandi tilboð.

Arbeiðsfriður
Martin Eidesgaard helt, at arbeiðsfriður er ein fortreyt fyri at skúlin kann mennast.
? Seinastu árini hava verið í so buldraslig. Tað má tí áliggja pørtunum á arbeiðsmarknaðinum at bera so í bandi, at vit fáa arbeiðsfrið, at avtalur eru gjørdar áðrenn nakað nýtt verður sett í verk.
Her hugsaði hann serliga um, at eitt ella annað slag av ársverki hjá lærarum má setast í verk.
? Tær øktu arbeiðsbyrðarnar hjá lærarum og skúlaleiðslum krevja at arbeiðstíðin hjá lærarum verður betur útgreinað.
? Skúlaleiðarar føla ofta at vit krevja ov nógv av lærarum, serliga av eldsálunum, sum tíbetur enn eru nógvar í skúlaverkinum. Tí er neyðugt, at arbeiðstíðin hjá lærarum verður lýst betur, enn hon er í dag, segði hann og hann vónaði, at tað fer at bera til at finna eitt einfalt og skilagótt snið fyri ársverkinum.
Hann helt eisini, at eitt økið sum dentur eigur at vera lagdur á, er sernámsfrøðin.
Hann hugsaði ikki bara um at fáa fleiri tímar til sernámsfrøðina, men tað skuldi eisini til.
? Men vit hava stórliga brúk fyri fleiri sálarfrøðingum, fysioterapeutum og øðrum serútbúnum fólki í sernámsfrøðini.
? Hvat líkist tað at játtanin til fysioterapi bert røkkur til eitt hálvt starv til alt landið.
Skúlastjórin á Tvøroyri segði, at gongdin í samfelagnum hesi seinastu árini vísur, at fleiri og fleiri trupulleikar, sum krevja servitan, koma undan kavi, og hvørki sernámsdepilin ella skúlarnir hava hesa vitan.
?Tí arbeiða vit ofta í blindum á hesum økinum. Ein máti at bøta um støðuna er at styrkja ráðgevingina úti í økinum, sum álitið um sernámsfrøðina, sum kom fyri fáum árum síðani, leggur upp til.

Próvtøkan endurskoðast
Hann vísti eisini á, at próvtøkurnar í skúlanum enn fara fram á sama hátt sum tær gjørdu fyri 40 árum síðani.
Men nú, ið nýggir arbeiðshættir, sum verkætlan og tvørgreinaligt arbeiði, eru á veg inn í skúlan, áttu vit eisini at endurskoða próvtøkuháttin, so hann meira líktist dagliga arbeiðinum í skúlanum.
? Ein broyttur próvtøkuháttur kundi møguliga skunda undir menningina av skúlanum, heldur skúlastjórin.
Hann legði afturat, at tað er stórliga brúk fyri eftirútbúgving, sum leggur dent á toymisarbeiði, verkætlan og tvørgreinaligt arbeiði.
? Mentamálráðið hevur gjørt nakað á hesum øki, eisini tá ræður um at menna leiðslurnar, og tað skal tað hava rós fyri. Men her er framhaldandi brúk fyri eftirútbúgving.
? Eitt hugskot er at miðfirra eftirútbúgvingina, soleiðis at skúlarnir sjálvir høvdu ábyrgdina av henni, segði Martin Eidesgaard.
Sí eisini greinarnar" Ikki tað stóra súsið" og "Ein ávísur trekleiki kjann vera nyttugur