Kríggið merkir kirkjuna. Tí biðja vit fyri friði.
Tað siga tey í Hoyvíkar kirkju í tíðindaskrivi í kvøld.
Fríggjadagin 25. februar kl. 17 lata hurðarnar upp í Hoyvíkar kirkju, har øll eru vælkomin til eina stilla løtu.
Eina løtu í kvirru, við sálmasangi og bøn um frið.
Ein løta, har fólk kunnu savnast, vóna og biðja um frið í okkara tíð og í okkara heimi.
Prestarnir í prestagjaldinum verða til staðar.