Í 2014 fór arbeiði í gongd, og á ólavsøku 2023 varð alt tilfarið talgildað. Mass Hoydal var leiðari á Savnsgulli hesi árini.
Hetta hevði ikki borið til, uttan at hugsa nýtt, og fólk í tillaganum starvið hava verið berandi arbeiðsmegi. Mass Hoydal heldur at tað er týdningarmikið at duga at síggja, at fólk sum hava psykiskar og fysiskar avbjóðingar, kunnu gera nógv gagn í samfelagnum.
Savnið hjá Kringvarpinum fevnir sum tíðarskeiði 1957 til í dag. Skuldi savnið tryggjast fyri eftirtíðina, var neyðugt at talgilda savnið.
Óttast varð fyri at bondini við útvarpstilfari vóru so mikið gomul, og í so ringum standi, at tey ikki kundi talgildast. Tað einasta sum heldur ljónum á bondum, er lím og metalpartiklar.
Í Sosialinum greiður Mass Hoydal frá tíðini hann var leiðari á verkætlanini Savnsgull