Kristian í Stórustovu hevur spælt í Grønadammi

8. oktober í 2010 svaraði Kristian í Stórutovu, sum er uppvaksin úti á Tórgarði í Havn, nøkrum spurningum um Grønadamm, sum er í økinum yviri við Strond í Havn, niðan fyri býlingin úti á Tórgarði

 

Sigur navnið Grønidammur tær nakað? – Ja, navnið sigur mær ógvuliga nógv. Grønidammur var ein hylur, sum lá Yviri

 

við Strond, har vit smádreingir plagdu at spæla. Hylurin lá beint sunnanfyri húsini hjá radioamatørunum. Hylurin forsvann, eftir at grivið varð út fyri Eysturskúlanum. Tá koyrdi Tórshavnar kommuna bæði grót

og mold á Buckvald. Í einum uppgangi skolaði alt upp á land aftur og oyðilegði stóran part av fjørðuni har um leiðir. Flestu hyljar, sum vóru har, blivu burtur – eisini Grønidammur.

 

##med2##

 

Heldur tú, tað er vert at grava Grønadamm undan aftur?

– Ja, eg haldi, tað er ógvuliga umráðandi. Hylurin hevði verið góður, so børn kundi sæð, hvussu henda fjøran tá sá út. Eg minnist væl, at Jens Petur Gaard, lærari, plagdi at taka okkum við sær oman í fjøruna. Í Grønadammi vóru kombikk, krabbar,

állar, ulkur – og onkur rækja sást eisini. Hetta hevði verið stuttligt hjá børnunum í dag!

 

Hvør eigur at taka stigið at fáa Grøna- damm undan kavi aftur?

 

– Tað má vera Tórshavnar kommuna, og eg havi orðað hetta bæði við borgarstjóran, Heðin Mortensen og býargartnaran, Tórð

í Hoyvík. Eg vóni, at kommunan fer undir at reinsa fjøruna Yviri við Strond og fær Grønadamm undan aftur, sigur Kristian í Stórustovu.