Kristian Meitil listaframsýning í Smiðjuni

Beint fyri hvítusunnu, fríggjadagin 29. mai, letur framsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík við verkum av Kristiani Meitil. Talan er um eina retrospektiva/afturlítandi framsýning við standmyndum.

Kristian Meitil er føddur í 1931 í Klaksvík og vaks upp á Vágsheygi sum yngstur av 10. Foreldrini vóru Jacob Frederik og Katrina Mikkelsen.


Hann hevur arbeitt sum konservator á Náttúrugripasavninum, har tey vitjandi kunnu gleðast yvir ta føstu framsýningina av sjódýrum, serliga fiskum og hvalum, sum hann hevur gjørt.


Nógv kenna eisini Kristian fyri hansara musikalsku evnir. Trombonin plagdi at vera hansara instrument í hornorkestur- og jazz-høpi. Seinnu árini er tað serliga harmonikan sum verið frammi, t.d. í Harmonikuliðinum.


Kristian hevur altíð tikist við list: tekningar, málningar, leir og grafikk. Sjáldsama væl hevur hann dugað at fá tað til at líkjast. Á framsýningini í Smiðjuni í Lítluvík verða sýndar standmyndir, m.a. av familju og skyldfólki.


Framsýningin, sum letur upp fríggjadagin 29. mai, varar til og við týsdagin 2. juni. Opið verður allar dagar frá klokkan 14 til 18. Leygardagin verður tó leingi opið: frá 10 til 18.