Kristian og EB/Streymur fara ikki upp at flákra (FM1)

(FM1) Hoyr málverjan hjá EB/Streymi, Kristian Joensen og Jákup Jacobsen hjá Skála seta orð á 1-0 sigurin hjá EB/Streymi við Margáir

##med2##

 

Tað peikar hvør sín veg hjá EB/Streymi og Skála. EB/Streymur er aftaná 1-0 heimasigurin á Skála á fjórða plássinum í Betrideildini við 20 stigum. Skála eru sigursleysir aftaná 14 umfør og hava bert fimm stig. Skálamenn eru sjey stig undir niðurflytingarstrikuni.

 

EB/Streymur – Skála 1-0 (1-0)

 

1-0: Jóhann Hansson Joensen 5.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig siga frá sigursmálinum hjá EB/Streymi.

 

2) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við ein vónbrotnan hjá Jákup Jakobsen hjá Skála, ið tó slær fast, at hann og liðfelagarnir framvegis trúgva uppá møguleikan at yvirliva í deildini.

 

3) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við málverjan hjá EB/Streymi, Kristian Joensen sum sigur seg ikki hyggja eftir stigatalvuni. Teir hjá EB/Streymi fara ikki upp at flákra, men taka ein dyst í senn. 

 

EB/Streymur-Skála 1-0 (1-0) - Hoyr sigursmálið og samrøður við Jákup Jakobsen og Kristian Joensen

EB/Streymur-Skála 1-0 (1-0) - Hoyr sigursmálið og samrøður við Jákup Jakobsen og Kristian Joensen