Kristiansand misti sigurin í seinastu sekundunum

Føroyingaliðið var á odda 28-26 tá 40 sekund vóru eftir, men mátti taka til takkar við javnleiki 28-28

Pauli Mittún, Helgi H. Hoydal og liðfelagarnir í Kristiansand ferðaðust í dag vestur til Rogalands at spæla dyst móti Sandnes í bestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Tá 40 sekund vóru eftir av dystinum var Kristiansand á odda 28-26, men sigurin glapp teimum úr hondum, og í allarseinastu sekundunum javnaði heimaliðið til 28-28. 

 

Í steðginum var heimaliðið á odda 13-11. Tá fimm og ein hálvur minuttur vóru eftir var Sandnes á odda 26-25. Tá eydnaðist tað Kristiansand at koma framum 28-26, men tíverri eydnaðist ikki at halda leiðsluna seinastu løtuna av dystinum.

 

Tað gekk væl hjá Paula í dag, ið var næstbesti málskjúttin hjá Kristiansand við fimm málum í dag. Haraftrat legði Pauli upp til fimm mál hjá Kristiansand.

 

Kristiansand er nummar sjey í deildini við 18 stigum. Kristiansand er tó bert eitt stig frammanfyri nummar átta, Fjellhammer og nummar níggju, Arendal sum hava 17 stig hvør. 

 

Komandi leygardag spælir Kristiansand ein sera týðandi heimadyst móti Fjellhammer í kapprenningini at enda millum átta tey ovastu liðini í grundspælinum, ið vinna seg víðari til endaspælið.

 

Sama dag spæla Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Bækkelaget á útivølli móti Runar Sandefjord.

 

Bækkelaget er nummar 10 í deildini við 14 stigum.