Kristiansand tryggjaði sær javnleik við góðum endaspurti

Kristiansand var aftanfyri 23-26, men megnaði at javna til 26-26, og mundi fari við sigrinum

Helgi H. Hoydal, Pauli Mittún og liðfelgarnir í Kristiansand spældu í kvøld útidyst í bestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Kristiansand var á vitjan hjá Halden.

 

Dysturin endaði við javnleiki 26-26. Í steðginum var Halden á odda 14-13.

 

Tá fýra minuttir vóru eftir var støðan 26-23 til Halden, men við góðum endaspurti fekk Kristiansand hála seg upp á javnleik 26-26, og í teimum doyggjandi sekundunum manglaði ikki nógv í, at Helgi skoraði til 27-26, men tíverri eydnaðist ikki at fáa bóltin framvið málverjanum hjá Halden áðrenn hallarlúðurin ýldi á seinasta sinni.

 

Helgi hevði fýra málroyndir, men kom tíverri ikki á máltalvuna í kvøld. Pauli skoraði eitt mál og legði upp til eitt mál í kvøld.

 

Kristiansand er á níggjunda plássinum í deildini við 17 stigum, sama stigatali sum nummar átta, Arendal og nummar sjey, Fjellhammer sum eisini hava 17 stig.

 

Tað er alt avgerandi hjá Kristiansand at røkka áttanda plássinum, ið gevur atgongd til endaspælið. 

 

Á 10. plássinum er liðið hjá Kjartani Johansen, Bækkelaget við 14 stigum, so tað stendur nógv á hjá báðum føroyingaliðunum í bestu norsku hondbóltsdeildini at vinna seg í endaspælið.

 

Sunnudagin spælir Kristiansand móti botnliðnum, Sandnes á útivølli.