Kristina er uppvaksin á Hellunum saman við fimm syskjum. Foreldur hennara vóru Helga og Símun Johannesen.
Sum ung fór Kristina til Havnar at tæna. Í tveimum umførum arbeitti hon í Føroyingahavnini í Grønlandi. Seinri arbeiddi hon eisini hjá tannlækna og í barnagarði. Í mong ár hevur hon havt vaskiarbeiði, men hennara høvuðsyrki hevur verið innan handil, og starvast hon í dag í Dadduni.
Per er uppvaksin í Norðragøtu og er yngstur av 13 syskjum. Foreldrini vóru Sunnuvá og Eliesar Jacobsen.
Eftir realskúlan fór Per til Havnar, har hann hevði nøkur fyrifallandi arbeiði, áðrenn hann sum 18 ára gamal fór í læru hjá Føroya Sparikassa. Har røkti hann í mong ár álitisstørv sum kassameistari og marknaðarleiðari. Í hesum høpi hevur hann verið ein hollur stuðul hjá ítróttinum og listini. Av hesum grundum er hann fyri mongum kendur sum "Per í Sparikassanum". Tey síðstu fimm árini hevur hann verið marknaðarleiðari í Suðuroyar Sparikassa.
Í fríðtíðini hevur Per verið virkin innan nógvar nevndir í kirkjuarbeiði, m.a. í felagnum fyri kirkjuráðslimir. Eisini sat hann sum kirkjuráðslimur í Dómkirkjuni í 16 ár, harav tey 8 sum formaður. Hann er eisini í nevndini fyri Føroya Barnaheim.
Kristina og Per eru eisini virkin innan arbeiði í Meinigheitshúsinum í Havn. Har tey hava røkt og røkja álitisuppgávur, sum t.d. nevndar- og kórarbeiði og urguspæl. Kristina er í hesum høpi virkin innan vaski og køksarbeiði. Har afturat gevur hon eina hjálpandi hond á Blákross caféini.
Kristina og Per giftust í 1970 í Slotskirken í Hillerød. Saman hava tey tríggjar synir, og nú eisini 4 ommu- og abbasynir.