Kroatia og Serbia fáa stórar bøtur frá FIFA

Politiska støðan á Balkan merkir eisini HM-endaspælið í Katar

Tað eru ikki øll londini í gamla jugoslaviska ríkinum á Balkan, ið sita væl um sátt.

 

Spenningarnir sum eru á Balkan hava nú eisini merkt HM-endaspælið í Katar.

 

Serbia hevur fingið eina bót frá FIFA, ið svarar til 150.000 krónur í okkara peningi fyri at hava eitt ógvuliga umstrítt flagg hangandi í umklæðingarrúminum hjá serbiska landsliðnum.

 

Hetta flaggið hevur áður verið umstrítt. Talan er um eitt flagg, ið vísir serbiska landaøkið, har Kosovo eisini er ein partur av serbiska landaøkinum. 

 

Kosovo fekk fullveldið í 2008, men flestu serbar vilja ikki viðurkenna Kosovo sum eina sjálvstøðuga tjóð

 

Kroatia hevur fingið eina bót, ið svarar til 375.000 krónur í okkara peningi. Bótina hevur Kroatia fingið tí kroatiskir fjepparar hava rópt óhóskandi ókvæmisorð, og hava havt ein niðrandi bannara, ið var rættaður móti kanadiska landsliðsmálverjanum, Milan Borjan sum er av serbiskari ætt. 

 

Haraftrat hevur Saudiarabia fingið eina bót, ið svarar til 115.000 krónur í okkara peningi. Bótina fær Saudiarabia, tí saudisku leikararnir í dystunum móti Argentina og Meksiko fingu seks kort, samanlagt 12 kort í tveimum dystum.