Súkkling
Saman við íttróttargreinum sum triatlon og langrenn á skíum, er súkkling ein tann strævnasta íttróttargrein, ið er til. Tí er sjálvsagt, at har krevst nógv venjing, um ambitióninar eru at verða við á toppinum og tað eru mínar.
Vanliga er kappingarárið liðugt umleið 1. oktober. Stutt eftur tað byrjar vetrarvenjing, og tað er júst vetravenjingin sum avgerð, hvussu »formurin« til eitt kappingarár verður.
Tað er serliga strævið at venja um veturin. Hetta kemst serliga av veðrinum, sum er hesa ársins tíð. Tað er aloftast ikki serliga eggjandi at venja í vátakava, regni og vindi, men er ein seriøsur, verður vant í øllum veðrið og so fer ein ikki í býin fyri at drekka øl ella tað sum sterkari er.
Mítt motto er: »ein kemur ikki í venjing við at halda frí« tí er venjing og aftur venjing tað, sum skal til.
Um veturin skipa vit sjálvir fyri venjingini mánadag til fríggjadag. Ofta eru vit nakrir, sum koyra saman, men hvørt vikuskifti frá seinast í oktober til einaferð seint í mars mánaði eri eg við til felagsvenjing. Ikki er óvanligt at vit koyra uml. 300 km eitt vikuskifti.
Eg skal verða tann fyrsti til at viðganga, at tað ikki altíð er so hugnaligt, at verða til venjing um veturin, men har er einki at gera. Verður ikki møtt upp, er hetta sera illa dámt, og ein fær ein átalu frá venjarinum. Tað er ósolidariskt at snúgva seg undan venjing, ein skal eisini hugsa um, hvørja støðu liðfelagarnir, sum eru møttir upp til venjing koma í, tá ein ikki kemur til venjingina. Tað er tó ógvuliga sjáldan, at nakar av okkara súkklarum ikki er við til venjing. Hendan disiplinin er eisini neyðug eftir mínari fatan, og hetta er galdandi fyri allar ítróttagreinar.
Vit venja nógva interval venjing, hettar er av stórum týdningi, men sjálvandi verður eisini vant annað, so sum distanca og at koyra í bakkum (trygv mær, bakkanir eru nogvir her í jyllandi).
Ansast skal væl eftur vektini, tað er ofta trupult um veturin, men við sjálvdisiplin kann ein aloftast koma framvið ársskiftinum við eini " fornuftigari" vekt.
Nevnast kan, at tá hendan testin bleiv gjørd í mars mánað, var mítt feitt procent uppá 9.5 % og tað er ikki so galið, men prosenttalið bleiv væl minni seinni.
Hettar er fyrstu ferð at eg havi verði við til eina so umfatandi test, tað var ógvuliga áhugavert og eisini strævið. Serliga strævin var renni testin. E g renni vanliga rættiliga nógv um veturin, men eg gevist vanliga við renningini einaferð í januar, og tí var eg ikki í bestu venjing, til at renna eina slíka test so seint, men væl gekk kortini.
Janus Jørgensen var við á Team Shell liðnum og koyrur eisini saman við mær hjá Cycling Aarhus elité, hann hevur saman við Ulrik Dalgas gjørt hesa testina, teir fingu eitt 13 tal, fyri sítt arbeiði og tað má sigast at verða gott .
Royndin
Um royndina er annars at siga, at umframt at teir, sum stóðu fyri hesari, fingu eitt 13-tal, so má eisini sigast, at Rógvi sjálvur fekk reint UG frá teimum báðum.
Millum annað vístu teir á, at Rógvi hevur óvanliga góð lungu. Nakað sum ger, at hann kann fara heilt nógv upp í tempo, uttan at vøddarnir í beininum fara at framleiða mjólkasýru. Ja, somikið høgt liggur hann í hesum, at tað máttu fleiri royndir til, áðrenn teir yvirhøvur fingu trýst likamið hjá Rógva nóg nógv til at máta sýruna.
Í niðurstøðuni verður annars sagt, at sum heild vórðu teir fýra royndarpersónarnir allir sera væl fyri, men dentur verður tó lagdur á, at Rógvi stóð seg betri enn hinir.
Úrslitini hjá honum í anarobari forbrenning (tá vøddarnir framleiða sýru), verða kallaði fænomenal. Hetta hongur neyvt saman við evnunum hjá lungunum at upptaka ilt, og varð í hesum sambandi mált, at lunguni hjá Rógva rúma úti við tveimum litrum meira av luft enn hjá einum miðal manni.
Endin av niðurstøðuni má bert takast sum eitt stórt herðaklapp til fremsta súkklara okkara, og uttan at siga meira um tað, verður hon prentað niðanfyri.
»Alt i alt må det konkluderes, at der i Rogvi Johansen er et fysisk potentiale, som absolut matcher de allerbedste hjemlige cykelryttere, hvorfor det bliver spændende at se, om endnu mere løbserfaring kan ændre Rogvi til ikke bare at være blandt de bedste hjemlige enkeltstartsryttere til også kunne være en dominerende faktor i de mere teknisk og taktisk betonede samletstarter.
For os testledere har det været en stor fornøjelse at måle på en så fysisk veldisponeret atlet som Rogvi Johansen og vi ønsker ham held og lykke med sin fremtidige karriere.