Krúprinsahjúnini vraka Herlufsholm eftir atfinningar

Krúnprinsahjúnini hava gjørt av, at børn teirra ikki skulu ganga á privata kostskúlanum Herlufsholm eftir áhaldandi atfinningar at skúlanum

Isabella prinsessa, sum á myndini er nummar tvey frá vinstru, og Christian prinsur, sum stendur uttast høgrumegin, skulu kortini ikki ganga á Herlufsholm Kostskoe eftir summarfrítíðina. Tað hava foreldur teirra, krúnprinsahjúnini, gjørt av, eftir áhaldandi atfinningar at skúlanum. - Foto: Philip Davali/Ritzau Scanpix

Christian prinsur gevst á Herlufsholm, og Isabella prinsessa fer ikki sum ætlað í 9. flokk á skúlanum eftir summarfrítíðina.

Tað stendur í fráboðan frá krúnprinsahjúnunum á heimasíðuni hjá kongshúsinum.

Avgerðin er tikin í kjalarvørrinum á áhaldandi atfinningunum av skúlanum. Nú hevur Styrelsen for Undervisning og Kvalitet (STUK) funnist at Herlufshom í eini fyribils meting av trivnaðinum á skúlanum.

– Tað hevur verið ein trupul tilgongd fyri okkum sum familju. Men vegna samlaðu myndina og okkara serligu støðu sum krúnprinsahjún hava vit valt, at Christian prinsur gevst á Herlufsholm, og at Isabella prinsessa ikki fer í 9. flokk á skúlanum eftir summarfrítíðina, stendur í boðunum.

Krúnprinsaparið fer í sammar saman við børnum teirra at »taka støðu um framtíðarskúlaval teirra«.

/ritzau/