Øksarmálið: Í dag skal løgreglan vitna

Øksarmálið er aftur í rættinum í dag

Øksarálopið er aftur í Føroya rætti í dag. Hesaferð er tað løgreglan, sum skal greiða frá sínum arbeiði tað kvøldið álopið fór fram. Somuleiðis skal løgreglan greiða frá kanningararbeiðnum í kjalarvørrinum av hendingini. 

 

 

Víðari er tað dokumentatión og onnur próvførsla, sum skal viðgerðast. Í morgin er tað prosedura og fríggjadagin fellur dómur í málinum. 

 

 

Les eisini: Øksarmálið: Órættaði sá ákærda koma við øksini

 

 

Tað eru fýra løgreglufólk, sum skulu vitna í dag. Eisini hevur ákærin, Linda Hesselberg, innkallað okkurt vitni aftrat, sum eisini skal vitna í dag.