Tað varð ikki tikið væl upp, at Smyril Line aktivt royndi at fáa fólk av landinum á innkeypsferð. Sum skilst, so gjørdu fleiri av stóru fraktkundunum hjá Smyril-Line vart við hesa ónøgd, og hóttanir um at nýta annað farmafelag fingu reiðaríðið at strika slíkar ferðir, skrivar Vinnuvitan. Tummas Magnussen, stjóri á Smyril Line, sigur við blaðið, at verður tosað ítøkiliga um Ikea-túrin, so var her talan um einvísa lýsing fyri ávíst handilshús, og hesum er reiðaríið nú givið við.