Kunngerð um broyting av byggisamtyktini í Nes kommunu

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður við hesum boðað frá, at Nes kommuna á eyka bygdaráðsfundi, tann 15.11.2022, samtykti uppskot um broyting í byggisamtyktini fyri Nes kommunu.

 

Uppskotið til broytingina snýr seg um at lýsa eina serstaka byggisamtykt fyri eitt øki á Toftum. Økið, serstaka byggisamtyktin umfatar, er partur av matr. nr. 267e á Toftum.

 

Tilfar, sum lýsir uppskotið um serstøku byggisamtyktina, liggur frammi á heimasíðuni hjá kommununi og á kommunuskrivstovuni frá 17. november 2022 til 09. desember 2022.

 

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Nes kommunu skrivliga til nes(at)nes.fo í seinasta lagi 30. desember 2022.

 

Nes kommuna