Kunnu børn vera ónd?

Vaksni áskoðarin skakast, og vil síggja, hvussu ófrættakendi leikurin endar.

Eskil Vogt (f.1974) er millum mest eksperimenterandi norsku leikstjórar beint nú.

 

Hann hevur fyrr gjørt virðislønta filmin ”Blind”, sum varð frumsýndur á Sundance filmstevnuni og síðan vann fleiri enn 20 altjóða virðislønir. Vogt hevur skrivað øll filmshandritini hjá hinum stóra norska leikstjóranum, Joachim Trier (f.1974). Millum nýggjastu handritini eru ”Thelma” og ”Verdens verste menneske”, sum helst eru teir týdningarmestu í nýggjari norskari filmssøgu.

 

Nýggjasti filmur, sum Eskil Vogt hevur leikstjórnað, er ”De uskyldige”, ið er eitt slag av ræðufilmi, sum tú aldri hevur sæð fyrr, tí børn hava høvuðsleiklutirnar.

 

Leikstjórin førir okkum inn í ta javnfjaru verð, har børn spæla og sýna eitt hugflog, sum vit vaksnu hava ilt við at skilja. Fýra børn eru við. Tey eru í aldrinum sjey til tólv ár og spæla væl saman. Men so verður spælið so ónatúrligt og óhugnaligt, at vaksni áskoðarin skakast, og vil síggja, hvussu ófrættakendi leikurin endar.

 

”De uskyldige” varð frumsýndur í úrvalsskránni Un Certain Regard í Cannes í ár, har hann fekk framúr ummæli frá altjóða filmspressuni.

 

Sýningar í Filmsfelagnum eru almennar og einki krav er um limaskap. Sýningarnar eru hvørt mikukvøld klokkan 20 í Havnar Bio. Seinasta sýning fyri jól er ”Pleasure”, sum verður sýndur mikudagin 15. desember. Tá fer Vivian Sjóðklett, sexologur, at innleiða sýningina.