Áki Bertholdsen
Er viljin til staðar, kunnu aftur tvey vaktarskp verða undir Føroyum um stutta tíð.
Teir, sum á sinni keyptu Ólav Halga, hava nú um dagarnar boðið Vaktar og Bjargingartænastuni at leiga hann aftur til Vaktarskip undir Føroyum.
Men teir hava onki hoyrt aftur.
Ólavur Halgi er í løtuni vaktarskip hjá oljupallum í Norðsjónum.
Men reiðaríið hevur bjóðað sær til at seta annað skip á vakt í Norðsjónum. Og at leiga vaktar og bjargingartænastuni hann til vaktarskip undir Føroyum.
Anfinn V. Hansen, lógfrøðingur, sum er stjóri í felagnum, sum eigur Ólav Halga, váttar fyri Sosialinum, at Vaktar og Bjargingartænastan hevur fingið tilboðið.
-Vit halda, at vit hava eitt skip, sum kann brúkast til endamálið og tí hava vit bjóðað tað fram, sigur hann.
Hann sigur, at enn hava teir ikki fingið svar frá Vaktar og Bjargingartænastuni.
Tað er fleiri ferðir upplýst, at onki skip er til taks fyri tað upphædd, Vaktar og Bjargingartænastan hevur á fíggjarlógini til vaktarskip. Hvussu dýrur er Ólavur Halgi?
- Tað er sjálvandi ilt at siga. Eitt skip, sum gamli Ólavur Halgi er ikki so ómetaliga dýrur, hann skal væl hava útvið 10.000 um dagin, umframt rakstrarútreiðslurnar.
- Men rakstrarútreiðslurnar hevur Vaktar og Bjargingartænastan so at siga allar frammaundan.talan er m. a. um hýrur, olju og proviant. Tað eru útreiðslur, sum ikki slepst undan, hvat skip talan so er um hetta skipið ella hitt.
- Sostatt ivast Anfinn V. Hansen ikki í, at gamli Ólavur Halgi kundi verðið leigaður, uttan at sprongt fíggjarætlanina hjá Vaktar og Bjargingartænastuni.
Roynist stak væl
Hann sigur, at gamli Ólavur Halgi hevur roynst sera væl í Norðsjónum. Teir hava brúkt eitt sindur av pengum uppá hann so at hann nú er í sera góðum standi og skuldi tí eisini verið væl egnaður til vaktarskip undir Føroyum. Tað ger tað sjálvandi ikki verri, at talan er um eitt skip, sum manningin kennir út og inn frammanundan.
Ólavur Halgi varð keyptur fyri 1, 8 millión og Anfinn V. Hansen heldur, at talan var um eitt gott keyp.
Smakkar illa
Vit hava tíverri ikki fingið fatur á leiðaranum á Vaktar-og bjargingartænastuni, Elmari Højgaard so vit fingu ikki spurt hann, um ætlanin er at taka av tilboðnum um at leiga Ólav Halga.
Men keldur, sum vilja vera ónevndar, hóast tær standa málinum nær, siga fyri Sosialinum, at politiskt er tað heilt óhugsandi, at leiga gamla Ólav Halga, hvussu lagalig leigan so enn mann vera.
- Tað hevði givið ov ringan smakk í munnin at leiga Ólav Halga aftur, eftir at hava brúkt langa tíð uppá at lesa hann niður í sand og øsku og kalla hann óbrúkiligan - og so loksins at selja hann fyri lítið og lætt - fyri at fáa politikarar at ganga við til at seta pengar av til nýtt skip.
- Tí kemur tað neyvan uppá tal at leiga Ólav Halga.
Ólavur Halgi er annars skrásettir, sum handilsskip í Føroyum so í tann mátan skuldi onki verið í vegin fyri at fingið hann góðkendan.
Eisini eitt annað skip
Men gamli Ólavur Halgi er ikki einasta skip, sum stendur Vaktar- og bjargingartænastuni í boði. Teir, sum eiga Thorsvig, sum er gamli Lars A. Kruse, hava eisini bjóðað hann fram til vaktarskip undir Føroyum. Men eftir, hvat skilst, hevur heldur ikki tað reiðaríið fingið svar.