Kunnu ikki keypa ferðaseðil á telduni enn

Arbeitt verður at seta eina skipan í verk

Tað verður ikki heilt enn, at tað fer at bera til at bíleggja ferðaseðil á internetinum til Smyril. Tað sigur Jóhan Petur Abrahamsen, virkandi stjóri á Strandferðsluni. Nú Herfóljur fór at at sigla fyri Smyril, varð ein bíleggingarskipan sett í gildi,m har tað bar til at bíleggja ferðaseðil, og pláss til til, á internetinum fyri at tryggja sær pláss frammanundan. Tað merkir eisini, at tað verður ikki neyðugt at standa so leingi á ferjuleguni og bíða.

 

Tá ið Smyril skuldi koma aftur, var ætlanin at bíleggingarskipanin skuldi flytast yvir á Smyril, so at vit eisini kundu bíleggja okkum pláss við Smyrli á internetinum.

 

Men Jóhan Petur Abrahamsen sigur, at skipanin er ikki klár enn, so tað verður ikki heilt enn. Hann sigur, at alt tað tekniska er klárt, men tað, sum ikki er endaliga avgreitt, er, hvussu  bíðrøðirnar á ferjulegunum skulu skipast í hesum sambandi. Hann sigur, at arbeitt verður við málinum, men tað er ikki endaliga avgreitt enn.