Kunnu ikki longur ferðast úr USA og Ísrael til ES

USA og Ísrael eru ikki longur á listanum hjá ES yvir lond, sum fólk frítt kunnu ferðast inn í samveldi frá. Tað sæst í boðum frá ES í dag.

Umframt USA og Ísrael rúka fýra onnur lond av listanum. Tey eru Kosovo. Norðurmakedonia og Montenegro eins og Libanon.

 

Tað merkir, at ferðafólk og onnur ferðandi úr hesum londum ikki ikki kunnu ferðast inn í ES lond uttan at skula fylgja ávísum avmarkingum.

 

Tað skrivar tíðindastovan AFP.