Hann metti børnini á Velbastað at vera heppin, at stutt er út í náttúruna, bæði niðan í hagan og oman til sjóvarmálan. Tað ger alt uppaftur meira spennandi. Í so máta hevur hesin skúlin óavmarkaða vídd, og tí nógvar møguleikar vísti stjórin á høvuðsstaðarskúlanum á.
Hann helt tað vera hugaligt at uppliva, at eitt bygdaráð tekur mentanarstovnin "skúlan" í so stórum álvara, at tað dugir at síggja, hvønn týdning tað hevur fyri tað lítla samfelagið, at skúlin hevur góðar karmar at virka í. At tað er ikki nóg mikið við eini ferhyrntari stovu, har ið tað ber til at læra børnini.
Natte Nattestad vísti á, at skúlin í dag er so nógv annað og nevndi tær mongu lærugreinarnar. Uppgávan hjá læraranum er vorðin so nógv størri og tað eru lærarnir eisini fúsir til at taka sær av. Men ein fortreyt er tó, at teir ytru karmarnir eru í lagi. At tú eisini hevur møguleikan at víðka rásarúmið, tá brúk er fyri tí.
Tað er ikki so langt síðani, at skúlastovan var kongaríkið hjá tí einstaka læraranum. Har slapp eingin annar inn. Tað, sum fór fram, var millum lærara og næming. Nú er øðrvísi. Nú er samstarv millum lærarar á øllum økjum. -Samstarv er gott og alneyðugt, men tað krevur eisini ómetaliga nógv av øllum og vísti hann á økta arbeiði hjá lærarunum. Tað er tó greitt, at økta arbeiðsbyrðan krevur eisii stóra vælvild.
Skúlastjórin umrøddi síðani børnini sum okkara rávøru. -Okkara uppgáva er at góðska hesa rávøru - ikki til útflutnings men til nýtslu her í landinum, og tað uttan mun til hvussu stýrisskipan okkara verður í framtíðini. Hann metti uppgávuna hjá teimum, sum skipa fyri í samfelagnum, at vera at skapa karmarnar.
-Hvussu skal ein góður skipari fáa nakað burturúr, hevur hann ikki eitt gott skip, góð amboð og veit, hvar ið hann kann fiska. Tá verður lættari at fáa góða manning. Og soleiðis má tað eisini vera við skúlanum. Tað hava tit skilt á Velbastað.