Kunnu nú starta motorarnar aftur

Grønland fylgir ikki vísindaligu tilráðingini um svartkalva í Diskovíkini. Í ár verða 4.205 tons fleiri fiskað, enn tilráðingin sigur.

 

 

Nú kunnu jollufiskimenninir í Diskovíkini aftur starta sínar motorar. Grønlendska landsstýrið hevur í vikuni gjørt av at hækka svartkalvakvotuna hjá útróðrarmonnum, sum fiska innanskers í Diskovíkini, við 1.145 tonsum.

Hækkingin kemur eftir, at árskvotan hjá hesum útróðrarmonnum var uppfiskað longu hin 12. oktober, og tískil varð fiskiskapurin steðgaður, áðrenn oktober mánaði var úti.

Saman við teimum 1.145 tonsunum av svartkalva, sum útróðrarmenn nú sleppa at fiska aftrat í Diskovíkini, er samlaða árskvotan hjá hesum fiskiførum 4.968 tons.

Men, tað eru ikki bara útróðrarmenn, sum fiska svartkalva í Diskovíkini. Tað gera størri skip og bátar eisini, og hesi hava eisini eina kvotu.

Samlaða kvotan av svartkalva í Diskovíkini, tá bæði skip og bátar eru tikin við, er í ár sambært Sermitsiaq 9.325 tons.

Hetta er 4.205 tons meira, enn tonsatalið í vísindaligu tilráðingini, sum er á 5.120 tons.

Grønlendska landsstýrið hevur annars eina ætlan um at minka kvotuna av svartkalva í Diskovíkini yvir fýra ár, soleiðis at kvotan at enda svarar til vísindaligu tilráðingina.

Útróðrarmenn kunnu nú fiska 1.145 tons av svartkalva aftrat, og úr grønlendska landsstýrinum verður sagt, at fiskiskapurin skal steðgað so skjótt, sum hesi tonsini eru uppfiskað.