Kunnu saktans samráðast um at fáa longri feriu

Arbeiðsgevarar kunnu ikki noktað at samráðast um longri feriu

Arbeiðsgevarar kunnu ikki nokta at samráðast við fakfeløg um at fáa longri feriu. Tað er niðurstøðan, nú Løgtingið viðger eitt uppskot frá Javnaðarflokkinum um at broyta frítíðarlógina, har tað stendur, at ferian er fimm vikur.

 

Javnaðarflokkurin vil hava, at frítíðarlógin verður broytt, so at tað stendur, at ferian er minst fimm vikur, so at fakfeløg kunnu samráðast um at fáa longri feriu.

 

Tað ætlaði S&K felagið, sum nú eitur Samverk, fyrr í ár, men tað noktaðu arbeiðsgevararnir fyri, tí teir tvíhildu um, at tað stendur í lógini, at ferian er fimm vikur, og skal talan vera um longri feriu, má lógin broytast.

 

Men tá ið málið varð umrøtt í Løgtinginum, førdi landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Magnus Rasmussen fram, at fimm vikur er eitt minstakrav og sostatt ber til at samráðast um longri feriu. Somu niðurstøðu kom Christian Andreasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, og løgfrøðingur, til

 

Og nú rættarnevndin hjá Løgtinginum hevur umrøtt málið, er niðurstøðan akkurát tann sama. Meirilutin í nevndini, sum er tinglimirnir úr samgonguni, Christian Andreasen, Frimodt Rasmussen, Helgi Abrahamsen og Steffan Klein Poulsen vísa á, at frítíðarlógin er ein minstuslóg, sum tryggjar øllum løntakarum rætt til frí við løn í minsta lagi fimm vikur.

 

Lógin er sostatt ikki nøkur forðing fyri at partarnir á arbeiðsmarknaðinum avtala seg til longri feriu, enn tað, sum stendur í frítíðarlógini - og tað hava nøkur fakfeløg eisini longu gjørt.

 

Tey í minnilutanum í rættarnevndini, sum eru Ingilín D. Strøm úr Javnaðarflokkinum, umframt Sirið Stenberg og Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi, leggja dent á, at lógin skal ikki avmarka samráðingar á arbeiðsmarknaðinum um at leingja frítíðina.  Tey vísa á, at nú hava samgongan, og landsstýrismaðurin, váttað, at tað er einki, sum  forðar fakfeløgum at samráðast um longri feriu enn tað stendur í frítíðarlógini.

 

Men tey í minnilutanum taka kortini undir við, at frítíðarlógin verður broytt fyri at engin ivi skal vera um, at fimm vikur í feriu er eitt minstamark.