Kunnu trygt eta frukt og grønmeti – eisini tað føroyska

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur kannað eiturevni í grønmeti og frukt, sum verður selt í Føroyum

Í fjór fór matvørudeildin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni at kanna um leivdir av eiturevnum eru í frukt og grønmeti, sum er selt í Føroyum, bæði tí, sum er innflutt og okkara egnu grøði. Her er talan um eiturevni, sum verða brúkt at verja planturnar fyri ókrúti, soppum og smákyktum, og fyri at regulera vøksturin.  Tilsamans vórðu 18 vørur kannaðar, níggju føroyskar og níggju útlendskar vørur. Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at allar vørur vórðu kannaðar fyri 741 ymisk eiturevni. Úrslitið er nú greitt og tað er, at av teimum 18 vørunum, vórðu eiturevni ávíst í fimm matvørum. Her var talan um útlendskar appilsinir, klementinir og eplir og harumframt tvey sýni av føroyskum kálrabi. Leivdir av plantuverjuevnum vórðu ikki ávístar í vistfrøðiligum vørum og samanumtikið vóru allar vørur í lagi og í samsvari við galdandi ES-reglur, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan. Samanumtikið vóru nøgdirnar av hesum evnum langt undir tí mest loyvdu nøgdini.

 

15 vanliga framleiddar vørur (konventionellar) og 3 vistfrøðiligar. Restir av plantuverjuevnum vórðu ikki í teimum vistfrøðiligu vørunum. Í fimm av teimum vanliga framleiddu vørunum vórðu leivdir av plantuverjuevnum ávístar, men ongar vóru yvir 50 prosent av teirri mest loyvdu nøgdini .Tað vórðu kannaðar tríggjar vistfrøðiligar vørur, nevniliga appilsinir, eplir og gularøtur. Ongar leivdir av plantuverjuevnum vórðu ávístar.

 

Av útlendskari, vanligari, frukt vórðu appilsinir og klementinir kannaðar. Tvey sýni vórðu kannað, og bæði sýnini høvdu leivdir av plantuverjuevnum. Tað vóru ymisk sløg av plantuverjuevnum í appilsinum og trý ymisk sløg í klementinum, men alt var langt undir hámarkið. Í appilsinum var tað 50 prosent av mest loyvdu nøgdibni og í klementinum var tað 34 prosent. Av útlendskum, vanligum grønmeti vórðu eplir, gularøtur og røtur, kannað. Plantuverjuevni varð ávíst í eini av fýra kanningum. Einasta evnið sum varð ávíst, var Propamocarb í eplum og tað var fimm prosent av mest loyvdu nøgdini.

 

Tey kannaðu eisini føroysk epli, gularøtur og kálrabi. Leivdir av plantuverjuevni vórðu ávístar í tveimum av níggju sýnum. Einasta evnið, sum varð ávíst, var carbendazim í kálrabi, men innihaldið varð ávikavist 11 prosent og átta prosent av mest loyvdu nøgdini. Tað bar ikki til at fáa greiði á, hví carbendazim var í, so tað verður mett, at tað ikki var tilætlað.