Kunnu vit ikki tosa um meg nú?

Tíðargrein:

Døgurðaveitslur eru sum mentanarupplivilsi í Noðurlandahúsinum: tað er vert at halda mykjuna út til tess at uppliva ein ordans brest!

Mestsum av tilvild havi eg varnast eina forvitnisliga menning í okkara máta at koma saman við hvørjumøðrum uppá.
Akkurát sum Al Gore og hansara taparavinir frá Keypmannahavn, er hasin hevdbundni veitsludøgurðin á veg út. Tá ið einki nýtt á FaceBook, velja nútíðarhugað fólk heldur óformell kvøld, har tú kanst koma avslappandi ílatin, maturin etiskt upphugsaður og heimagjørdur, og tú kanst hjálpa tær sjálvum við borðið.
Tað hevur verið eitt umskifti frá passivum til aktivar gestir, og helst í einum sovorðnum hugnaligum samanhangi, har gestirnir sjálvir skula gera sína egnu máltíð. Ella, í minsta lagi, saman við vertinum. Men tað traditionella vertsfólkið er søga, og avloyst av einum døgurða-fasilitatori.

At síggja til ljóðar hetta sum ein góð gongd. Fínari døgurðar verða nú, hóast alt, settir í hugasamband við troyttandi formalitet, túnatos, sosiala klintran og dukkuligan stórlætisørskap.
Hugmyndin er ein snerkjut hending, har hvør minuttur brúktur uppá at lurta eftir gneggjandi samrøðum um húsaprísir, um hvussu oftani um dagin tú rennur ella hvussu frágera væl børnini klára seg, kann tykjast sum ein blóðutur tími.
Sannleikin, tó, er eitt sindur meira samansettur. Tí sum tann formelli døgurðin fellur í órøkt, er faktiskt eitt ótrivaligt dølskni í arbeiði—ein mótvild at so mikið sum royna at fara útum sítt egna vælveruøki. Eitt øki, ein uggasona, har øll góðtaka teg, har øll eru samd við tær og, ikki minst, eru so góð við teg. Eitt øki, har sjálvt um tú hevur hug at muta ímóti, heldur hol, av tí at “hetta jú eru tínir vinir”.
Døgurðaveitslur eru sum fótbóltsdystir ella mentanarupplivilsi í Noðurlandahúsinum: tað er vert at verða sitandi og halda mykjuna út til tess at uppliva ein ordans brest.
Tá ið døgurðaveitslan er best, samansjóvar hon eitt toymi av íkveikjandi menniskjum, bert nøkur teirra vinfólk, so at skapa eitt sosialt og fródligt bland, ið kann vera forførandi og óvæntað.
Um tann fíni døgurðin er blivin keðiligur ella trupul, er tað av tí, at hasin grundliggjandi tátturin, ein góð samrøða og ein óblandaður áhugi í øðrum menniskjum, verður undirgravaður av hasi sjálvsdyrkandi flóðalduni.

Í dag eru næstan øll í marketing, og produktið er sjálvið. Tá ið okkara lív og karrierir verða leidd ígjøgnum telduskíggjar, endar tað við, at tað, at tosa um seg sjálvan, gerst hin ráðandi formurin fyri samskifti.
Absurdir og uppísúgvandi FaceBook og MySpace-spurningar sosum “hvat gert tú beint nú?”, “hvat hugsar tú um?” ella “hvussu hevur tú tað beint nú?”, hava gjørt einkenniliga nalvaskoðan, ikki so nógv virðiliga, men forpliktandi. (Hasir “passivu gestirnir” mugu tí vera fólk, sum ikki dáma so væl at tosa um seg sjálvi.)
Skoyt hetta skortandi spurni uppí eitt nýtt bangilsi fyri at særa onkran, og ein útbreiddan ampa um hvussu tú eigur at bera teg at í eini hálvhátíðarligari hending, hvat hin óformelli veitsludøgurðin er eitt erkadømi um, og grundirnar opinberast fyri hví hin formelli veitsludøgurðin gongur so lúkst aftur á hondina: vit gerast alt meiri avbyrgd, fjala okkum fyri øðrvísi og avbjóðandi, enntá óhugaligum meiningum, við bert at vilja fjasast ella “hanga út” saman við teimum, vit garanterað vita, halda presiss tað sama sum eg.
Eg sipi tíverri eisini til handa herðataskuberandi sosialdemokratiska undirbeat-ungdómin, ið onkursvegna hevur klárað at billa sær sjálvum inn, og øðrum við, at tey eru “á so frælslynt”! Men hesir trongskygdu stokkkonservativistar vilja til einhvørja tíð, so nógv heldur, verða verandi í teirra lítlu klivum og sosialu sirkus-sirklum.
Vit elska okkum sjálvi, og velja tí at stika okkum inni við teimum, ið elska okkum, og kunna dokumentera, at teirra ipoddur er kjokkaður við somu house-melodium sum tann hjá mær... sum eg havi fingið frá hinum.
Við fleiri kokkum, massaklemmaríi og klíggjandi samlyndi gerst tað kulinariska upplivilsið kanska betur, kanska ikki, men prátið verður so avgjørt meiri fyrisíggjandi.

Fínari døgurðar við vertsfólki ella ei, “who cares”, hugsar helst onkur. Men hetta er jú einans eitt sólarklárt sjúkueyðkenni fyri eitt samfelag, hvørs borgarar eru forelskaðir í sær sjálvum, og tessvegna slettis ikki nakað týdningarleyst eyðkenni. Í einum fínkaðum og framkomnum samfelagi er sosiala og intellektuella blandingin av fólki, ið kunnu taka á bóli, skemma og lammitera hvønn annan um ein døgurða, fullvegis neyðug.
Tann einfaldi og nemmi døgurðin, har vertsfólkið heitir á sín feika og lítið veraldarvanda vinarskara um at hjálpa sær sjálvum, er einki annað enn ein undanførsla fyri sosialt og hugsanarligt leti.

Sjálvshevjan er upprunin til umskiftiliga mátan, vit nú sosialisera, og hetta sæst so óluksáliga væl aftur í høpisleysu og villleiðandi nýtsluni av internetinum—í hasi óavvitandi langtanini eftir at blíva interdott komm býtt.
Internetið er ikki bert endað í einum goggutum villfárilsi, har mál og meining er vorðið devaluerað til standin í frisørsalongum á bygd, men verður tað av alsamt fleiri skoðað við religiøsum nærlagni.
Frá byrjunartíð at hava verið ein fráskilakjansur at kanna sær vitan við at leita fram upplýsingar frá álvarabløðum og viðurkendum stovnum við faktiskum tankum, er internetið nú eitt samkomuhús steinstappað við ætlandi modernaðum fólki, ið halda, at Ground Zero bumbusikkurt er eitt nýkomið og gátuført telduspæl.
Demokratiskir analfabetar, ið halda, at verðin melur í klingur um seg og síni uttan at geva lokalsamfelagnum, og so slettis ikki aðrari og viðurkendari vitan, nakran sum helst ans. Narsisistiskir tankaloysingar, ið halda, at tað, at røkta og ‘uppdeyta’ seg sjálvan, sín “profil”, sínar ipoddandi vinir og upplýsingar frá hesum—so at tryggja sær, at øll við vissu nú eisini halda tað sama um alt—er at liva.

Internetið hevur tikið seg fram sum misljómandi tónleikur grundaður á eina óstýriliga, einstaklingadyrkandi, oftani navnleysa og einkisverda meining, har øll tosa samtíðis, men eingin lurtar. Heldur enn eitt fólkaræðisligt utopia av kreativum amatørum, førir henda sjálvshevjandi internet-kollvelting ístaðin til massafávitsku og eina almannamentan av talgildari sjálvsást.
Demokratiski dreymurin hjá fólkunum handan MySpace og FaceBook er tíansverri vorðin til okkara kollektiva marra. Tann ógvusligi populariteturin, ið kringar Web 2.0, merkir, at alt tað, sum á sinni var kult, og hoyrir amatørum til, nú hoyrir høvuðsrákinum til, og er í álvara við til at býttisgera okkara mentan.
Internetið í dag er sansaleyst fólkaræði—ótonkt tilfar til ávirkiligar og vinglutar einstaklingar. Tað er nú ein asins rúgva av ókeypis bloggum, YouTube-sjónbondum og FaceBook-síðum, men alsamt minni av myndigum og stílskum tilfari á netinum. Og gongdin speglar so avbera væl mátan, vit koma saman uppá, ið nú einaferð er um døgurðaborðið.

Bæði sum orsaki og í síni ávirkan av framburðinum hjá radikalum fólkaræði er hevdbundið meritokrati av royndum og vitugum serfrøðingum og ekkaleysum meiningarmyndarum í kreppu. Heldur enn eina heimsfevnandi ravtøknibygd, klovnar internetið samfelagið í fleiri trilliónir av ótolandi vinarbygdum, ið saman dragsa tað afturum upplýsingartíðina, ja heilt aftur til myrku miðøldina, har allur sannleiki er persónligur og øll vitan staðbundin.
Kunnleiki og sannleiki verða vend upp og niður av feysbukkandi frikum; einum on-line pakki, hvørs tilverurættur á netinum so barasta einki hevur at gera við at verða skúlaður av partleysum serfrøðingum og skikkaðum kjakarum um eina ópersónliga verð uttanfyri okkum sjálvi, okkara kunningar og vitan. Heldur hevur netið mennt seg til at vera ein leinging av tí “persónliga rúminum”, har vit faktiskt sjálvi varpa okkum út til vinfólk ístaðin fyri at læra frá fremmandum, sum til dømis um ein avoldaðan veitsludøgurða.

Óformelli døgurðin við samlyntum fólki er vorðið eitt hitt, av tí at tað er “stuttligari”, sær út til at vera “avslappandi” og, ja, eg veit ikki, “kommunalt”, kanska.
Veruleikin er kortini, at vit hava við samfelagsligar analfabetar at gera. Eitt dýpi, tá ið tað kemur til politiskt innlit, ið fær Trølla Pætur at líkjast Thomas Jefferson, við apsalutt ongari peiling um, hvat at tosa um, og ístaðin brúka hesar aktivitetir sum ein framúr kjans at flýggja frá hasum ræðuligasta av øllum ræðuleikum, SAMRØÐAN.
Óivað er hetta eitt ættarliðs-ting. Sum ikki heilt ungur longur elski eg samrøðuna, har tú faktiskt vísir øðrum enn tær sjálvum ans, og av hesum avbjóðaður. Men nú? Ja nú “gera” vit bara ting saman. Og tá ið vit ikki kokkast og sleikja skeiðina hjá hvørjum øðrum, renna vit niðan á fjallatindar og fara á slíkar fratbýttar team-buildandi yvirlivilsistúrar.
Hinvegin, á pluss-síðuni, tá hugsi eg, at hesin nútíðaratburður gevur fólki okkurt at tosa um, har tey annars ikki høvdu havt nakað áhugavert at sagt. Trupulleikin er bara, at samrøðan tá verður eins lætt at spáa um sum ein av hasum akkordbroytingunum hjá Status Quo.