Langt burturi frá fíggjarkreppu og arbeiðsloysi liva tjúgu tannáringagentur í einum veruleika, man á okkara lítlu friðarligu oyggjum kann hava ringt við at ímynda sær. Áðrenn tær vórðu fangaðar av argentinsku løgregluni, stóð gerandisdagurin av rúsevnismisnýtslu og tjóvarí fyri at yvirliva, rúsa seg og halda abstinensunum niðri. Nú er hetta skift út við venjing í lýdni í einari lítlari sellu mitt í næststørsta býnum í Argentina, Córdoba.
Fyri onkrar av gentunum er tað ikki fyrstu ferð tær eru her; ein teirra er her fyri 11. ferð, hóast hon enn ikki er vorðin tjúgu ár. Hetta setur trupulleikarnar heima í eitt álvarsligt perspektiv, tað setur lívið í eitt álvarsligt øðrvísi perspektiv. Tað er her, eg starvist sum fongsulslærari.??
Tá ið øll í vesturlendska heiminum vóru upptikin av 11. september, vóru hundarædd fyri møguligum terroristálopum og fyri hevnd, vóru fá, ið gjørdu sær fær av, at eitt tað mest vælhavandi og vælkoyrandi landið í Suðuramerika var um at fara á heysin. Leingi hevði upptakt verið til eina sera álvarsliga kreppu, sum eisini vísti seg at vera tann ringasta í søguni hjá argentinarum, tá ið nærum øll vórðu illa rakt av arbeiðsloysi og peningamangli. Hetta er í dag, átta ár eftir, framvegis eitt viðbreki evni, man helst ikki skal tosa ov hart um við modernaðar, tjóðskaparsinnaðu argentinarar.???
Córdoba, fríggjadagur 13. februar?
Uha, tað er nakað óhugnaligt at byrja sína ferðafrágreiðing við "fríggjadagur 13."?Tá ið eg heimanifrá tosaði við fólk um ferðina hjá mær til Argentina, hoyrdi eg í heilum um, hvussu lík Argentina og evropeisku londini í veruleikanum eru. Í byrjanini ivaðist eg satt at siga í, hvussu nógv eitt suðuramerikanskt land kundi líkjast øllum heimligu evropeisku londunum. Frá tí sekundi eg setti fyrsta fótin á argentinska jørð í fjøruti hitastigum fyri einum mánaða síðani, varð eg tó ovfarin av, hvussu lítil munur var á Madrid, har eg millumlendi á vegnum til Suðuramerika, og stóra argentinska høvuðsstaðin Buenos Aires. Hetta var metropolurin Buenos Aires - nú eri eg komin í ein heilt annan heim, í eitt lokalt gentufongsul. ??Henrique og eg høvdu fyrsta vitjunardag okkara á nýggja starvsplássinum í fongslinum í dag. Eg hugsi um, hvat orð hóskar best at lýsa hesa upplivingina. Men eg komi ikki at hugsa um annað enn, at tað má sigast at hava verið ein sera løgin uppliving, ein øðrvísi uppliving, ein uppliving eg altíð fari at minnast og sum ikki bert kann lýsast í einum orði.?Eftir at hava havt eina langa samrøðu við leiðararnar av fongslinum um trygdarútgerð, vórðu vit fylgd inn í eitt stórt handarbeiðshøli, har genturnar í tí løtuni sótu ídnar og upptiknar av ymiskum handarligum arbeiði. Júst sum vit komu inn í høli, komu tær allar rennandi ímóti okkum fyri at vísa fram tað, tær høvdu gjørt og greiddu frá lívinum í fongslinum.?
- Her búgvi eg, segði ein 15-ára gomul genta og peikaði á eina gráa einmannssong í einari lítlari sellu handan jarngittarið. Júst sum eg stóð í mínum egnum tonkum um lítlu støddina av songini og rúminum (”ber tað yvirhøvur til at venda sær herinni?”), helt gentan áfram at fortelja:
- Her búgvi eg saman við vinkonu mínari; vit deila alt; song, mat og klæðir. Tað er viðhvørt eitt sindur hart at skula búgva so tætt saman, men vit hava tað sum oftast hugnaligt saman, so tað bilar ikki alt ov nógv. Vit noyðast jú eisini at klára væl upp saman; vit hava einki val; vit skulu vera saman alla tíðina her, um vit vilja tað ella ikki.? Nakrar av hinum gentur fingu áhuga fyri samrøðuni og sightseeingtúrinum hjá okkum. Samstundis byrjaðu tær nú eisini at greiða frá um gerandisdagin her í fongslinum.?
- Hvør dagur byrjar við morgunfimleiki; tá skal man vera frískur, annars verða vaktirnar gronutar.? Henrique og eg skeittu hvør eftir øðrum – hvat merkir tað, at vaktirnar “verða gronutar”? Gentan tyktist at skilja hugsanir okkara og greiddi frá, at vaktirnar sjáldan sláa genturnar; tær brúka meiri psykologiskar revsingarhættir. Um man hevur gjørt eitthvørt álvarsligt, er tað vanligt, at man verður settur í isolatión í eina tíð, inntil man aftur er komin niður á jørðina. Hetta, segði hon frá, er fyri at man kann reinsa tankar sínar og hugsa um brotsgerðina, man hevur framt. Hendan mannagongd er vanliga eisini nýtt, beint eftir at man er fangaður av løgregluni. Tríggjar teir fyrstu dagarnar skal man vera einsamallur í hesu lítlu selluni, har einasta kommunikatiónin við umheimin er ígjøgnum strongu vaktirnar.? - Vit eru rættiliga heppin í so máta; í nærum øllum hinum ungdómsfongslunum halda tey framvegis, at kroppslig revsing er tann einasti hátturin, man lærir av feilum sínum. T.d. liggur eitt nonnuungdómsfongsul tætt við her, har nonnurnar sigast at fara rættiliga harðliga fram ímóti teimum ungu. Tað er gott, at man ikki er endaður har, segði hon, meðan hinar nikkaðu harðligt aftanfyri. ?Restina av degnum brúktu vit saman við gentunum við at verða bankaði av í argentinskum kortspølum, meðan tær allar flentu í kíki eftir okkara manglandi dugnaskapi á hesum økinum. Tá ið vaktirnar seinnapartin stongdu genturnar inni í sellurnar til siesta og Henrique og eg lótu stóra portrið aftur aftan fyri okkum, var eg fylt av mótstríðandi kenslum.
At skula brúka síni tannáringarár innistongdur í einari lítlari sellu saman við 19 øðrum gentum er einki lív, tað er heilt greitt. Hvørjar umstøður í stutta lívi teirra hava gjørt, at tær hava framt hesar brotsgerðir? Ger fongslið tær til betri samfelagsborgarar? Um onkur teirra longu hevur verið fonglað fleiri ferðir, hevur fonglingin kanska ikki havt jaliga árini, løgreglan vónaði. Tá ið eg samanberi hesar tannáringar við føroyskar tannáringar, hava tær nógv til felgs. Tær elska at flenna, tvætla og roksa, hetta er als ikki deprimerandi hugburðurin, eg hevði ímyndað mær.?
Á vegnum út vórðu vit steðgaði av einum vaktarfólki, ið broytti mína áskoðan á genturnar.
- Orsøkin til, at genturnar eru so friðarligar og hava vanligan atburð í fongslinum, greiddi hon frá, er, at tær hvønn morgun fáa dempandi heilivág. Tær koma allar frá fátøkum familjum, har tað snýr seg um yvirliva til næsta dag. Her eru lítlu samfelagstapararnir, sum enn líða undir stóra fíggjarliga kollapsinum av argentinsku peso’ini í 2001. Hóast tann yngsta gentan her ikki verður 13 fyrr enn um tvær vikur, hava tær nærum allar í mong ár havt álvarsligar trupulleikar við rúsevnismisnýtslu, sum hava ført við sær, at nógvar eru komnar út í kriminalitet fyri at vinna pengar til at rúsa seg og at halda absistensunum niðri.
Hesar genturnar eru komnar so langt út, at tær hava framt ta størstu syndina av øllum og eru vorðnar tannáringarmordarar og tí eru tær endaðar í hesum niðurslitna, gráa bygningi,?ið mest av øllum minnir um ein gamlan bygning í gamla USSR.
- T.d. hevur ljóshærda gentan, sum bankaði tykkum av í kortspølunum, dripið óynskta barn sítt við í desperatión at koyra tað inn í eina frystiboks, segði vaktin frá.??
Týsdagur 17. februar 2009?
Tað er tryggjandi, at Henrique eisini er her fyri at starvast saman við mær. Hóast eg nú havi roynt eitt sindur av hvørjum bæði her í Suðuramerika og tá ið eg fyri hálvum ári síðani vitjaði Niger, eitt tað fátækasta landið í heiminum, setir hendan upplivingin tingini enn meira í perspektiv fyri meg. ?
Tá ið man heimanifrá situr og hugsar um at fara út “at hjálpa”, ið tað er vorðið so populert at taka til, hava mong ivaleyst eina idylliseraða fatan av, at “nú skal man út at bjarga øllum neyðars fátøku børnum heimsins”. Man hoyrir dag og dagliga so nógv um alla neyðina kring heimin, so nógv at man at enda verður immunur yvir fyri hesum upplýsingum og sløkkir útvarpið, tá ið tey aftur byrja at tosa um nýggjastu náttúruvanlukkuna í Asia ella nýggjasta bumbuálopið í Miðeystri.
Man verður fyltur við máttloysi, eini kenslu av hvussu stórur heimurin er og hvussu lítil og ótýðandi man sjálvur er í øllum hesum.
Tað einasta, sum tykist at kunna hjálpa móti hesum máttloysi – ella kanska heldur hjálpa upp á hesa ringu samvitsku, ið máttloysið hevur við sær, er, at man sjálvur kann gera okkurt aktivt í tilveruni. Tað er tá “superman-kenslan” tekur yvir. Sum vøkru Barbie ”Miss World”-genturnar vanliga taka til “I just want world peace” – og eg kann vera við til at skapa heimsfriðin, eg kann hjálpa øllum, eg kann gera ein mun. Tað er ivaleyst eisini satt, at vit øll kunnu gera ein mun í heiminum – tað havi eg við egnum eygum ásannað nógvar ferðir, bæði heima í Føroyum og í Evropa, men eisini í stóra umheiminum kring oyggjar okkara – tað er tó nakað nógv lættari at hjálpa heiminum, um heimurin stendur saman um at gera ein mun, um heimurin hevur eitt ynski um sjálvur at verða hjálptur úr trupulleikunum. Tað er hopleyst at hjálpa fólki, ið ikki sjálvi ynskja hjálp. ?
Eg haldi, at nærum allar genturnar eru hálvforelskaðar í starvsfelaga mínum, Henrique. Tá ið eg havi ringt við at formulera meg á argentinska slangmálinum, genturnar nýta í heilum, traðkar hann til við onkrari spanskari joke. Hann er hálvur meksikanari og seinastu mánaðirnar hevur hann ferðast runt í nærum øllum suðuramerikansku londunum fyri at síggja øðrvísi partar av hesum náttúruríka heimsparti, enn turistar vanliga síggja, fáa upplivingar, eingin annar kann skriva heim um.?Tað er ein løgin kensla at skula vera tann vaksni, sum knappliga hevur ábyrgd av einum so stórum bólki av gentum, ið hava verið útsettar fyri harðskapi, fátækradømi og rúsevnismisnýtslu meginpartin av lívi teirra. Tað er løgið knappliga at skula vera ein autoritetur fyri gentur, ið bert eru nakrar mánaðar yngri enn ein sjálvur og tað er ringt at verða respekteraður, tá aldurmunurin er so lítil. Fyri at fyribyrgja hesum síðsta, hava vit billa teimum inn, at vit bæði hava lisið enskt á universitetsstøði og eru ávíkavíst 22 og 23 ár. Í veurleikanum eru vit jú bæði bert eru 19-ára gomul og hava tikið studentsprógv fyri minni enn einum ári.? At fáa argentinsku tannáringagenturnar til at lurta eftir er ikki altíð lætt. Heilt fáar av teimum duga at lesa og skriva - nógvar hava ongantíð fylgt eini vanligari skúlagongd – og tær vilja helst brúka alla tíðina til at roksa og flenna. Serliga eru tvær gentur, ið ferð eftir ferð órógva og gera balladu. Ein teirra tykist at hava rættiliga álvarsligar persónligar trupulleikar. Fyrsta dagin eg varð í fongslinum, ivaðist eg – hóast eg longu visti, at her bert búgva gentur – í, um hon í veruleikanum kundi verið ein drongur, sum av tilvild hevði sníkt seg inn í hetta gentufongslið. Báðir undirarmar hennara hava lang, reyð arr, eftir at hon hevur skorið seg sjálva nógvar ferðir. Til hvønn enskttíma situr hon einsamøll og sær súr út, meðan hon mumlar illsint orð og roynir at órógva undirvísingina so nógv, sum til ber. Hin gentan hevur stutt og skríggjandi pink hár. Hon líkist mest av?øllum einari karikaturútgávu av einari rebelskari tannáringagentu úr onkrum vánaligum b-filmi. Fyrstu dagarnar sat hon í isolatión og gekk runt í hondjørnum saman við maskulinu vaktunum.?
Henrique og eg hava avgjørt, at mál okkara má vera at engagera tær gentur, ið gjarna vilja læra okkurt. Vit hava ongar royndir her og einki at skula liva upp til. Vit royna at greiða gentunum frá, at vit væl vita, hvussu lítið áhugavert tað kann vera at ganga í skúla, so her snýr tað seg bert um at hava tað stuttligt saman, meðan vit læra ymiskt nýtt og spennandi.??
Fríggjadagur 20. februar?
Tímin í dag varð nakað nógv styttri enn vanligt. Í roykisteðginum hvarv Henrique knappliga eina løtu. Nakrar minuttir seinni kom hann aftur saman við einari av gentunum grátandi eftir sær. Hon gjørdi sær dælt av okkara manglandi vitan um fongslið við at royna at rýma við at renna út og klintra upp um stóra hegnið, ið er rundan um tjúkku fongsulsmúrarnar. Tíbetur sá Henrique hana gjøgnum vindeygað, júst sum hon fór rennandi eftir longu gongini hinumegin húsið og hann náddi at fáa hana aftur, áðrenn ov seint varð. Hóast hann sum ein gentlemaður lovaði henni ikki at siga vaktunum frá, tyktist einki at kunna steðga tárum hennara. Gentan bara græt og græt, meðan vinkonurnar royndu at ugga hana. Vit royndu hinvegin at byrja undirvísingina aftur, men Twisterspælið og øll tey smáu litkortini vórðu nú rættiliga lítið áhugaverd og at enda tímdu bestu vinkonurnar hjá gentunum enn ikki at hyggja upp á okkum.?Vaktirnar í fongslinum eru rættiliga sløvar og av og á gloyma tær at hyggja eftir gentunum, meðan vit hava undirvísing. Tær síggja okkum ístaðin sum tvey ung hjálparfólk, ið eru komin fyri at lætta um arbeiði teirra og at taka yvir leiklut teirra sum strangur vaktautoritetur. ??
Leygardagur 28. februar?
So kom síðsti dagur í februar sníkjandi og eg eri longu á veg víðari á ferð mínari. Tað kennst eins og eg júst eri komin til Argentina. Februarmánaðin, ið vanliga følist óendaliga langur heima í regni og vindi, er flogin framvið her í sólríka Argentina. Í gjár hevði eg síðsta arbeiðsdag í fongslinum og mánadagin fer leiðin aftur víðari norður til oyðimørkina í Kili. Júst sum man heldur, at skil byrjar at koma á enskttímarnar saman við gentunum, skal man fara frá teimum aftur. Jaja, tað er nokk ov nógv at vóna, at alt bert fer at laga seg eftir so stuttari tíð saman við teimum. Genturnar hava jú í so nógv ár livað eitt hart gøtulív. Men hóast hetta hevur man vónir um, at man kann vera við til at broyta og bøta um lív teirra á onkran hátt. Her kemur Supermankenslan aftur fram. Ella kanska er tað ikki Supermankenslan, men bara kenslan um, at man á onkran hátt kann gera ein lítlan mun. ?Eg var einsamøll við gentunum í gjár til at spæla spøl og vit hugnaðu okkum á síðsta degi mínum, men óróliga og órógvandi cuttingsgentan hevði aftur avbera ringt við at konsentrera seg. Hon gjørdi alt, hon kundi, fyri at gera vart við seg og fáa hinar at hyggja eftir sær. Aftur noyddist eg at steðga tímanum áðrenn tíðin var liðin og lova gentunum inn í lítlu sellurnar at halda siesta. Við eini kenslu av máttloysi fór eg sjálv at sortera øll mynda- og litkortini, sum vit høvdu arbeitt við seinastu vikurnar. Eg hugsaði, um tað var soleiðis, hjálpararbeiði átti at kennast; var tað soleiðis, at man endaði við eini kenslu av, at heimurin er so stórur, trupulleikarnir so øgiligir og man sjálvur bert kann gera ein so lítlan mun? ?Júst sum eg soleiðis sat í døpurhuga, kom besti næmingurin í flokkinum yvir til mín. Hon hevur ongantíð passa inn ímillum allar hinar uppreistarsinnaðu tannáringagenturnar, ið búgva her saman við henni. Hon hevur gingið í skúla í nógv ár, dugir væl at lesa og skriva og hon kann enntá føra eina basala samrøðu á enskum. Hví hon er her í fongslinum hava Henrique og eg mangan undra okkum á.?- Eg vildi bara siga orsaka fyri, at tær uppføra seg soleiðis viðhvørt, tað er ikki tín feilur. Góða eydnu í Kili og Peru. Eg ivist ikki í, at tú fært eina góða ferð, smíltist hon. Eg gleddist um orð hennara; kanska er eitt lítið ljós hóast alt fyri endanum av langa tunnlinum??? ??
FAKTA:?
18. januar fór eg fyri fyrstu ferð í lívinum við einum flogfari einsamøll við destinatiónin Buenos Aires, høvuðsstaður Argentina. Suðuramerika hevur í mínum hugaheimi ongantíð tykist serliga áhugavert. Tað er staðið, har øll hini longu hava verið – og man tímir sjálvandi ikki at gera sum “øll hini”. Tá ið eg í desember endaði mítt arbeiði sum sjálvboðin á høvuðsskrivstovuni hjá hjálparfelagsskapinum Operatión Dagsverk (”OD”), í Keypmannahavn eftir fimm mánaðir, fekk eg hug at royna meg innan nakað heilt nýtt og øðrvísi. Eitt kvøldið fekk eg knappliga eitt hugskot um at fara til Peru og ein mánaða seinni var eg á veg til eitt heilt nýtt lív í Suðuramerika. Ætlanin var at ferðast runt i Argentina, Kili, Bolivia og Peru og arbeiða sum sjálvboðin ensktlærari í ávíkavíst Córdoba, Argentina, í ein mánaða og Cuzco, Peru, í ein mánaða. Eftir tríggjar mánaðir í spanska partinum av Amerika, fer leiðin aftur norður. Áðrenn heimferðina leggi eg leiðina umvegis enska partin av Amerika, New York, har eg skal halda 20-ára føðingardag mín á arbeiðaradegnum 1. mai saman við trimum OD-vinkonum.