Í kvøld verður Listavirðisløn Nólsoyar Páls latin á fimta sinni. Hetta verður gjørt í Spinnarínum í Klaksvík kl. 20:00.
Listavirðisløn Nólsoyar Páls varð sett á stovn av Klaksvíkar býráð í 2013. Virðislønin er ein gáva á 75.000 krónur, sum vinnulívið í býnum letur saman við býráðnum.
Virðislønin verður latin lokalum listafólki, sum á ein hvønn hátt hevur skarað framúr.
Higartil er virðislønin latin soleiðis:
2013: Hanus G. Johansen
2014: Edward Fuglø
2015: Eyð Matras
2018: Steintór Rasmussen