Í kvøld verður stillari veður

Eitt stormlágtrýst í ein landnyrðing úr Íslandi fer spakuliga í ein landnyrðing eystan og verður væntandi yvir Norðhavinum út á kvøldið jólaaftan. Føroyar liggja sunnanfyri lágtrýstið, mitt í einum køldum og sera sterkum streymi av óstøðugari luft við regni, vátaslettingi og heglingsælum.  Sunnudagin otar eitt nýtt stormlágtrýst seg millum Ísland og Føroyar á veg í ein landnyrðing. Í næstu viku koma brúgvaløg við regni og vindi móti Føroyum av vestri.

 

Í dag

Hann makar vindin spakuliga og seinnapartin verður stormur til hvassan storm av útsynningi og vestri, 20 til 25 m/s, og framvegis regn ella ælaveður. Um kvøldið verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og vestri, 8 til 13 m/s og okkurt æl. Út á náttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og út á náttina regn. Hitin millum 2 og 6 stig.

 

Jóladag

Hvassur vindur ella skrið av landsynningi, 15 til 20 m/s, sum seinni øtlar í storm til hvassan storm av útsynningi og vestri, 20 til 25 m/s, í støðum kolandi stormur, um 330 m/s. Í hvirlunum ódn, 33 til 37 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn, seinni ælaveður, møguliga vð heglingi og vátaslettingi. Hitin millum 2 og 7 stig.

 

2. jóladag

Skrið til hvassur stormur av vestri, 18 til 25 m/s, sum snarar í ein útnyrðing og spakuliga makar í andøvsgul til strúkur í vindi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, møguliga við heglingi ella vátaslettingi. Seinni turt og hann klárar í. Um náttina sum frá líður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og útsynningi, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn av vestri. Hitin millum 2 og 5 stig.

 

Týsdagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, eitt skifti upp í skrið, um 18 m/s. Fyrst skýggjað og regn, men sum frá líður slítur í, tó møguliga támut. Hitin millum 5 og 10 stig.

 

Mikudagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan  vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Skýggjað, stundum regn ella tám. Hitin millum 5 og 10 stig.

 

Hósdagin

Gul til stívt andøvsgul av vestri og suðri, 5 til 10 m/s. Skýggjað og stundum regn. Hitin millum 5 og 10 stig.