Hanus Kamban
?????????????
Fyrsti partur
??????????????
ÁLOPIÐ Á TVÍBURATORNINI
FYRI SKJÓTT hálvum triðja ári síðani, tann 11. september 2001, tóku sjálvmorðs-flogskiparar ræði á tveimum amerikonskum ferðaflogførum og flugu síðani beint inn í tvíburatornini á World Trade Center í New York. Hendingin kostaði tilsamans sløkum 4.000 fólkum lívið. Myndin av teimum raplandi tornunum - ikki sørt átøk tí apokalyptisku grafisku listini hjá danska listamanninum Palle Nielsen - er í dag mest at líkna við eitt søguligt ikon, fest um ævir á mannaættar nethinnu.
Menniskjan hevur ilt við at síggja søguna sum hon veruliga er: ein fjølstrongd tilgongd, ein samantvinnan av orsøkum og avleiðingum, har mong gerð, hildin av summum at vera skynsom og røtt, fær óvæntaðan og óætlaðan útgang. Í staðin fyri velur hon mangan at skilja og greina søguna sum ein einfaldan bardaga millum ljós og myrkur, tey óndu og tey góðu. Hon velur, um vit orða hetta øðrvísi, mýtuna og ævintýrið fram um sannleikan.
Einki løgið er í hesum. Merkiligari er, at eisini meira seriøsir bólkar, blaðfólk ella mentaðir viðmerkjarar, velja søgnina fram um veruleikan. Soleiðis hava bæði fjølmiðlar og mong andsmennir valt at síggja álopið á World Trade Center sum - at kalla bara - eina atsókn frá óndum, arabiskum terroristum, skúlaðum í Osama bin-Ladens ónda reiðri.
EIN ØÐRVÍSI SANNLEIKI?
KUNDI TAÐ hugsast, at sannleikin var øðrvísi og fløktari? Kundi tað hugsast, at henda atsókn ikki bara skal førast aftur til bin-Laden ella Al-Qaeda, men at eisini onnur lond, eitt nú Bretland og USA sjálvt - óbeinleiðis sjálvsagt - áttu sín lut í álopinum á tvíburatornini, og enntá at tann vælkenda myndin av boomerangini - illgerðini, sum kemur aftur "í gráum kálvsskinni" - er hóskandi í hesum sambandi?
Í hesi greinarøð - sum verður í fýra pørtum - er ætlanin at greiða frá kvettinum, sum í 1953 varð framt móti tí demokratiska iranska forsætisráðharranum Mohammad Mossadegh. Greinarøðin er samstundis ein roynd at peika á møguligar aðrar grundir til álopið á World Trade Center og til ta terrorismu, sum tykist at mennast dag frá degi, og sum kanska verður mannaættar koyril í 21. øld.
Greinarøðin er fest á blað sambært teirri sannføring, at uttan trídimensjónala søguliga baksýnisvitan er ógjørligt at skilja nútíðar hendingar. Grundarlag undir henni er bókin All the Shah´s Men - An American Coup and the Roots of Middle East Terror eftir amerikanska blaðmannin Stephen Kinzer. Bókin kom út í fjør og hevur vakt stóran ans í USA.
OLJAN SPRÍKIR UPP Í IRAN
VIT KUNNU hóskandi lata hesa søguna byrja ein summarmorgun í Persia - sum seinni (í 1935) fekk navnið Iran - í 1908. Um hetta mundið hevði George Reynolds, ein sjálvlærdur jarðfrøðingur, í mong ár leitað eftir olju í oyðilendinum í Iran. Við sær hevði hann lækna, arbeiðsmenn og eina pólska og kanadiska borimanning. Tann 26. mai 1908, meðan hann lá og svav í sínum tjaldi á einum stað í Vesturiran, sum nevnist Masjid-i-Suleiman, varð hann brádliga vaktur av vellandi duni og gallrópum. Hann sprakk út fyri dyr og sá tá olju spríkja upp úr tí grýtuta slættanum. Reynolds var dottin fram á eina av heimsins ríkastu oljukeldum.
Tilfeingið, sum Reynolds hevði funnið, kundi lættliga havt gjørt Iran til eitt ríkt land. Og kanska kundi tað, um væl vildi til, og væl varð arbeitt, verið støði undir verkligum framburði og eini nútíðar demokratiskari siðmenning í hesum fátæka og niðurundirkomna umráði. Trupulleikin var, at Iran - um vit bera tað saman við europeisk lond - um hetta mundi at kalla onga leið var komið eitt nú samfelagsliga, tøkniliga ella útbúgvingarliga.
QAJAR-KONGSÆTTIN
TÆR SEINASTU øldirnar høvdu ættir av feudalum valdsharrum hildið fólkinum niðri í fákunnu og máttloysi og eftir førimuni brúkt ágóða og tilfeingi til sín egna vinning. Tiltiknir vóru Qajararnir, ein turkisk ætt, sum ráddi í Iran frá stutt fyri 1800 til 1925.
Nasir al-Din shahur (1848-96), tann fjórðseinasti av hesi ættini, hevði í sínum haremi 1600 konur, frillur og geldingar. Synir hansara - fleiri hundrað tilsamans - høvdu fría atgongd til tann iranska pengakassan. Hansara glæstriborgir vóru skrýddar við prangandi gimsteinatyssum. Hann kravdi at verða róptur ikki bara Shahanna Shahur, men eisini t.d. Alheimsins Friðskjól, Landanna Sigurharri og Guds Skuggi á foldum. Tey, sum sýttu fyri at heiðra hann, vórðu koyrilsflongd, grivin livandi ella brend á almennum torgum.
Nasir al-Din útpíndi Iran, skrivaði út harðar skattir, seldi embætir og fór at enda undir at avreiða partar av landsins tilfeingi - rættindini til at reka ídnað, byggja upp eina bankaskipan osfr. - til útlendingar, fyrst og fremst bretar. Í 1891 seldi hann allan tann persiska tubbaksídnaðin til British Imperial Tobacco Company fyri £15.000. Hetta merkti, at fátækir iranar í túsundatali mistu rættin til at dyrka, turka, pakka og selja tubbak.
OLJAN Á BRETSKAR HENDUR
SONUR NASIR - Muzzaffar al-Din shahur (1896-1907) - helt fram við hesum politikki. Í 1901 seldi hann einum pengamanni í London, William Knox d´Arcy, rættindini til at leita eftir, menna og selja jarðgass og ráolju í iransku undirgrundini tey komandi 60 árini. Oljufelagið hjá d´Arcy varð seinni keypt av einum størri felag - Anglo-Persian Oil Company. Í 1914 keypti bretska stjórnin 51% av hesum felag og átti sostatt felagið.
Hesa fyrstu tíðina var tann inntøka, sum oljuvinnan hevði við sær, býtt soleiðis, at Iran fekk 16% av vinninginum. Við tað at iranar ikki høvdu atgongd til felagsins roknskap, var lagamanni hjá Bretlandi at snýta upprunalandið.
Hetta merkti í roynd og veru, at Bretland ognaðist meginpartin av tí vinningi, sum spurdist burtur úr oljufundinum hjá George Reynolds. Meginparturin av tí lítla, sum leyp av, fór beint í lumman á Qajar-kongsættini í Iran. Lítið varð gjørt fyri at menna tað iranska samfelagið og eitt nú byggja upp t.d. heilsu- og skúlaverk. Og púra einki varð gjørt fyri at skúla verkfrøðingar og teknikarar og soleiðis byggja upp ein innlendskan iranskan oljuídnað.
BRETSKT HJÁLAND
IRAN VAR soleiðis, ikki bara í verki, men lutvís eisini formliga, til fram ímóti miðjuni á 20. øld, verandi eitt enskt hjáland.
Umframt at Bretland hevði ovurstóran búskaparligan vinning av landinum, hevði Iran eisini stóran geopolitiskan og strategiskan týdning fyri Bretland. Landið lá sum ein brúgv millum øðrumegin Mesopotamia (Irak), sum eftir fyrra heimskríggj var bretskt mandat undir Fólkasamgonguni, og India, eitt annað gamalt bretskt hjáland. Samstundis lá tað sum ein byrging sunnan fyri Russland, sum frá 1917 var kommunistiskt og sostatt møguligur fíggindi hjá Onglandi.
Vit føringar, sum árini 1940-45 vórðu hersettir av Bretlandi, hava sum heild góðar royndir av hesum fólki. Í viðurskiftunum við tilafturskomin lond sum Iran síggja vit - millum politikarar og fólk í leiðandi størvum - mong dømir um ein annan breta, harðrendan, ráan í hugburði mótvegis "innføddum", eirindaleysan og stívrendan.
ENSK VÆLFERÐ OG IRANSK ARMÓÐ
HÓAST IRAN fleiri ferðir royndi at bøta um avtaluna við Anglo-Persian Oil Company, hildu bretar fast um, at Iran bara kundi fáa 16% av ágóðanum, eisini eftir at USA í sínum viðurskiftum við Saudiarabia var farið at brúka býtislutfallið 50-50. Samstundis noktaðu teir, hóast fleiri áheitanir, iranum at síggja teirra roknskap. Í 1933 eydnaðist kortini Reza Pahlavi shahi (sum vit skulu hoyra meira um), at bøta nakað um avtaluna við bretar.
Enski vinningurin av tí iransku oljuni var so stórur, at hann gjørdi tað møguligt hjá Bretlandi at vinna fyrra heimsbardaga. "Teir sameindu", segði Curzon lordur, "róku móti sigri á eini aldu av olju". Og sum frá leið bleiv henda inntøkukelda ein týðandi partur av tí enska gjaldsjavnanum. Ernest Bevin, uttanríkisráðharri 1945-51, helt fyri, at uttan olju úr Iran "hava vit onga vón um at ognast tey lívskor, sum vit í Stórabretlandi miða ímóti".
Meðan Bretland soleiðis fíggjaði sína vælferð við oljufossum úr einum fremmandum landi, sakk Iran niður í vaksandi armóð.
ABADAN
TIL MIÐDEPIL í oljuvinnuni í Iran varð vald eini oyðin oyggj í Persisku Víkini - Abadan. Her vaks ein oljubýur fram - við oljutangum, reinsivirkjum, bryggjum til tangaskipini, skrivstovubygningum, húsum, handlum, einum ferðslukervi og annars øllum, ið eitt tílíkt samfelag krevur. Brátt búðu meira enn 100.000 fólk í Abadan - umframt bretskar serfrøðingar ein ørgrynni av iranskum arbeiðarum.
Hetta nýggja samfelagið var ikki bara eyðkent av ófatiligum stættamuni, men eisini skipað eftir strongum apartheid-reglum. Bretskir verkfrøðingar, stjórar og teknikarar búðu í stórum, vøkrum húsum við grasplenum, sniðskornum terrassum, rósubeðum, tennisvøllum, svimjihylum og klubbum. Teir iransku arbeiðararnir búðu í vesælum slum-býlingum. Teir høvdu ikki atgongd til teir biografar og handlar, sum bretar brúktu, og ikki loyva til at koyra við teirra bussum. Um viðurskiftini í Abadan so seint sum í 1949 skrivar ein embætismaður:
Lønin var 50 cents um dagin. Har var eingin frítíðarløn, einki sum æt sjúkraorlov, einki endurgjald fyri skaða. Arbeiðararnir búðu í einum býi av veggjakroysum, sum varð róptur Kaghazabad ella Pappírsbýurin, har var hvørki vatn ella ravmagn tíansheldur slíkt marglæti sum frystiboksir ella veiftrur. Á vetri var vatnflóð, so at býurin bleiv eitt flatt, dampandi vatn. Evjan í býnum rakk einum upp til kníggja ... Tá ið regnið minkaði, risu skýggj av bítskum, veingjasmáum flugum upp úr støðuvatninum, typtu nasagluggarnar og savnaðust í svørtum klumpum fram við tromunum á kókigrýtunum ...
DEMOKRATISKUR DEGNINGUR
UM HETTA mundið hevði Iran gingið síni fyrstu stetlandi fet fram ímóti einum slag av vesturlendskum fólkaræði. Tann fyrsta tilelvingin til hetta kom í 1891, tá Muzzaffar al-Din, sum longu nevnt, avreiddi iranska tubbaksídnaðin fyri spottprís.
Umframt kravgongur og verkføll hevði harmurin um hetta við sær, at Shirazi sjeikur, um hetta mundi landsins fremsti trúarleiðari, við eini fatwu ásetti roykiforboð, til avtalan varð afturtikin. Muzzaffar mátti lúta. Hesin tubbaksuppreistur hevði við sær, at Qajar-kongsættin ein mansaldur seinni mátti lata valdið frá sær.
Ein onnur tilelving kom í desember 1905 og var ein avleiðing av uppreistrinum í Russlandi sama ár, sum hevði við sær, at Nikolai II gekk við til, at Russland fekk sítt fyrsta ting, dumuna.
TJÓÐARTING
KRAVGONGUR Í Teheran árini 1905-6 endaðu við, at fjøldin kravdi, at landið fekk eitt ting við ráðgevandi valdi. Talan var um ein demokratiskan uppreistur, fólk lærdu seg aðalreglurnar fyri einum fólkaræðisligum stýrislag, og iranskir intellektuellir umsettu verk eftir europeiskar heimspekingar. At enda kravdi fólkið eitt Majlis, t.e. eitt lóggávuting við veruligum valdi. Endin var, at áðurnevndi Muzzaffar al-Din noyddist at geva eftir, so at Iran fekk sítt fyrsta ting. Ein enskur diplomatur tók í einum fjarriti til London soleiðis til um hesar hendingar:
Eitt merkisvert eyðkenni við hesari kollvelting - tí hon er vissuliga verd at verða rópt kollvelting - er, at prestaskapurin hevur valt at stuðla framburði og frælsi. Í heimssøguni, hugsi eg, er einki annað dømi av slíkum slag. Um tær ábøtur, sum fjøldin við prestanna hjálp hevur stríðst fyri, gerast veruleiki, er alt teirra vald horvið.
Ein nýggj fólkaræðislig stýrisskipan varð samtykt tann 30. desember 1906. Tingið - Majlis - skuldi hava tað veruliga lóggevandi valdið í Iran. Men brátt tóku stórir trupulleikar seg upp. Tann størsti vansin var ivaleyst tann, at teir andligu leiðararnir - mullarnir - sum frá leið vóru ójavnir á máli um fyrimunirnar við fólkaræði. Nakrir andøvdu ímóti vesturlendskum framburði, og aðrir førdu fram, at islam og modernitetur als ikki kundu sameinast. Aftrat hesum kom, at shaharnir, bæði av Qajar og Pahlavi ættini, royndu at skerja tingsins vald.
REZA PAHLAVI
LÍKASUM Á sinni merovingarnir í Fraklandi hímaðist Qajar-kongsættin, sum hevði valdað í Iran í stórthundrað ár, spakuliga burtur. Nú bar so á, at ein maður ættaður úr Alborz-fjøllum tætt við markið til Russland - Reza at navni - blaðungur slapp at tæna í eini kosakkherdeild, sum var tann best skipaða í Iran. Hann var ein kempa, djarvur, ótelgdur og harðsintur. Hann vaks í tign og mæti og nærkaðist skjótt hersins ovastu rókum.
Bretar, sum vildu hava eitt nýtt og sterkari stýri í Iran, bóðu Reza hjálpa sær. Hann játtaði og framdi í 1921 eitt hernaðarkvett, sum hevði við sær, at Iran fekk eina nýggja stjórn við Sayed Zia sum forsætisráðharra. Tann seinasti shahurin av Qajar-ættini - Ahmad - rýmdi av landinum.
Reza, sum í nøkur ár hevði havt tað veruliga valdið í landinum, læt seg tann 25. apríl 1926 krýna til shah. Hann fekk sær ættarnavnið Pahlavi, sum er heitið á tí máli, sum varð talað í Persia, áðrenn muslimar løgdu landið undir seg.
ISTIBDAD
FYRIMYNDIN HJÁ Reza shahi var turkiski einaræðisharrin og umbótarmaðurin Kemal Atatürk (1881-1938). Líkasum Atatürk fór Reza undir ein framburðarpolitikk, sum m.a. hevði við sær, at vegir, verksmiðjur, havnir og sjúkhús vórðu bygd, umframt eitt nú skúlar til dreingir og gentur. Somuleiðis vórðu t.d. meturskipanin og tann gregorianski álmanakkin tikin í brúk.
Samstundis fór Reza ómetaliga harðliga fram ímóti tí iranska fólkinum og serliga teimum, ið ikki vildu akta hann. Tjóðartingið - Majlis - var niðurtraðkað, til tað bara var eitt eiti. Heldur ikki lukkaðist honum at loysa Iran úr bretskum hafti. Sum heild var hansara stýri tí eitt afturstig, ikki minst fyri ta fólkaræðisligu menningina í Iran. Einki varð gjørt fyri at menna tað persónliga driv, samstarv millum einstaklingar og borgaraligu ábyrgdarkenslu, sum er grundarlag undir einum nútíðar samfelag. Reza Pahlavi styrkti ta gomlu hevdina í Iran fyri istibdad - einaveldi.
Í 30-árunum valdi Reza Pahlavi at halda seg aftrat Italia og Týsklandi. Tá ið Týskland tann 22. juni 1941 gjørdi innrás í USSR, fekk hetta val lagnutungar avleiðingar. Bretland og USSR gjørdu av at býta Iran sundur í áhugaøkir, og landið bleiv í roynd og veru hersett. Tann gamli Reza Pahlavi, sum hevði verið hugtikin av Mussolini, Hitler og Franco, og sostatt hevði valt skeivt, mátti fara frá í september 1941. Elsti sonur hansara, tann 21 ára gamli Mohammad Reza, gjørdist nýggjur shahur.