Kvinkar spakuligar uppeftir

Samlaða fyribilstalið av skrásettum harum komið upp á 5.264 harur, sum eru skotnar í 2017.

Talið av harum, sum eru skrásettar at vera skotnar í 2017, kvinkar spakuligar uppeftir. Nú er samlaða talið av skrásettum harum komið upp á 5.264 harur, sum eru skotnar á 621 túrum kring landið. Hettar 78% fleiri harur enn í 2016, tá samlaða talið var 2.950 harur.

 

 

Hetta upplýsir Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur.

 


Eisini túratalið í 2017 er hægri. Higartil eru skrásettir 621 túrar, samanborið við 451 túrar í 2016.

 


Enn eru tað tó fleiri, sum ikki hava skrásett veiðuna. Tá øll tølini eru innkomin, man samlaða talið fyri 2017 fara at nærkast teimum 6.000 harunum.

 


- Eg fari tí at heita á teir, sum enn ikki hava skráseta tølini um at gera tað, so eg kann fara undir at skriva ta endaligu frágreiðingina um Haruveiðan í Føroyum í 2017, sigur Eyðfinn Magnussen, ið tekur sær av at skráseta haruveiðuna.

 

 

Mynd: 

Samlaða haruveiðan í Føroyum árini 2012 til 2017. Tølini fyri 2017 eru tó bara fyribils (9. januar 2018) tí tað enn eru fleiri, sum ikki hava skrásett túrarnar.