Kvinnlandsliðið er úttikið

Álvur Hansen, landsliðsvenjari, boðaði fríggjadagin frá, hvørjar 17 spælarar hann fer at hava við sær, tá kvinnulandsliðið seinni í mánaðinum skal spæla EM-undankapping í Kosovo.
Ikki óvæntað er tað KÍ, sum dominerar úttøkuna, og hava tær fimm spælarar í hópinum. Hetta er tó væl minni, enn tað áður hevur verið.
Umframt Álv fer Jacob Thomsen, hjálparvenjari, eisini við á ferðini, og eru tær 17 kvinnurnar í hópinum hesar:
Bjørg B. Syderbø HB, Asta Magnussen, Elin Katrina Haraldsen AB, Hanna Isaksen, Doris í Garði Joensen, Heidi Heinesen GÍ, Heidi Sevdal NSÍ, Ragna Patawary, Malena Josephsen, Rannva B. Andreasen, Randi S. Wardum, Bára S. Klakstein KÍ, Maria Vang Justinussen, Eyðfríð Kristiansen B36, Olga Kristina Hansen Oure, Tordis Christiansen, Annelisa Justesen ÍF Føroya.