Kvinnur átala Jógvan á Lakjuni

Tær heita á løgtingsformannin um at tosa virðiliga, hóast hann er ósamdur

Nú fær hann eina átalu frá KSF

Herfyri skrivaði Jógvan á Lakjuni eitt sermerkt uppslag á Facebook. Har beinleiðis ávaraði hann Føroya fólk ímóti teimum sjey løgtingskvinnunum, sum sita í andstøðu á tingi – og fýra monnum, tí tey ætla at ræna pápan frá summum føroyskum børnum, og gera tey til faðirloysingar áðrenn tey eru fødd, sum hann tók til. Hann sipar til, at andstøðan hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at javntseta børn hjá samkyndum foreldrum við øll onnur børn.

 

Tað, sum ger uppslagið sermerkt, er, at Jógvan á Lakjuni er Løgtingsformaður og tað fall nógvum fyri bróstið, at hann kundi skriva soleiðis um løgtingsfólk.

 

Og nú fær hann eisini eina átalu frá Kvinnufelags samskipan Føroya, KSF. Tær hava havt aðalfund og har samtyktu tey at átala løgtingsformannin og at taka frástøðu frá útstøgnini um tingfólk, sum hava lagt uppskot fram um at geva samkyndum foreldrum somu rættindi sum øðrum foreldrum.

 

– Vit mótmæla ta harðligu og niðrandi umtaluna hjá tingformanninum av uppskotstillarunum, siga tey í KSF.

 

– Vit heita á tingformannin um at tosa virðiliga um uppskot teirra, uttan mun til egnu persónligu hugsan, leggja tey afturat.

 

Les eisini: Løgtingsformaðurin ávarar Føroya fólk ímóti tingkvinnum

 

Les eisini: Formansskapurin stuðlar ikki jógvani á Lakjuni

 

Nú fær hann eina átalu frá KSF