- Fyri turkiska forsetan, Recep Tayyip Erdogan, eru bæði kvinnur og kurdar fíggindar, sigur svenski ríkisdagslimurin, Amineh Kakabaveh, sum Turkaland nú vil hava útflýggjaðan.

Turkaland vil hava svenskan politikara útflýggjaðan

- Øll boyggja seg fyri Recep Tayyip Erdogan, og soleiðis hevur hann alt Evropa í sínum hondum, sigur svenski ríkisdagslimurin, Amineh Kakabaveh, sum sjálv er av kurdiskari ætt og fødd í Iran.

- Fyri turkiska forsetan, Recep Tayyip Erdogan, eru bæði kvinnur og kurdar fíggindar, sigur svenski ríkisdagslimurin, Amineh Kakabaveh, sum Turkaland nú vil hava útflýggjaðan.

Turkista sendimaðurin í Svøríki, Hakki Emre Yunt, vil nú hava svenska politikaran og ríkisdagslimin, Amineh Kakabaveh, útflýggjaða til Turkalands. Tað sigur hann í einari samrøðu við svensku tíðindastovuna, TT.

 

- PKK, sum er kurdiski arbeiðaraflokkurin, hevur tilknýti til limir í svenska ríkisdegnum. Hesir ríkisdagslimir arbeiða alla tíðina ímóti Turkalandi. Tey trýsta svensku stjórnina at taka negativar støður til Turkaland, sigur sendimaðurin.

 

Spurdur, hvørjir politikararnir í ríkisdegnum, hann sipar til, sigur sendimaðurin við svenska miðilin:

 

- Eg kann bara nevna navnið, Amineh Kakabaveh.

 

Hon varð vald inn í svenska ríkisdagin fyri Vänsterpartiet, men hevur síðan 2019 verið floksleys.

 

Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, segði í síðstu viku, at hann ikki fer at stuðla svenskum limaskapi í Nato. Hann segði, at Svøríki hevur yvirgangsfólk sum fólkavald, og at Svøríki stuðlar hernaðarligu kurdunum í Turkalandi.

 

Fyri at kunna góðtaka Svøríki sum lim í Nato, krevur Turkaland, at Svøriki slítir síni bond við PKK og aðrar kundiskar felagsskapir, og at svensku myndugleikarnir útflýggja 33 fólk, sum eru á einum svartalista hjá Turkalandi.

 

##med2##

 

Amineh Kakabaveh, sum sjálv er av kurdiskari ætt og fødd í Iran, segði við norska Dagbladet fyrr í hesi vikuni, at hon var vís í, at hon er á svartalista hjá Turkalandi.

 

- Sjálvt um eg ongantíð havi verið í einum opnum stríði við Turkaland, havi eg verið í einum demokratiskum stríði fyri mannarættindum og rættindunum hjá kvinnum, og fyri turkiska forsetan eru bæði kvinnur og kurdar fíggindar, segði hon við Dagbladet.

 

Svenski ríkisdagslimurin slær eisini út eftir Noregi.

 

- Norðurlond, íroknað Noreg, eru naiv og feig. Øll boyggja seg fyri Recep Tayyip Erdogan, og soleiðis hevur hann alt Evropa í sínum hondum, sigur Amineh Kakabaveh við svenska miðilin.

 

 

 

- Fyri turkiska forsetan, Recep Tayyip Erdogan, eru bæði kvinnur og kurdar fíggindar, sigur svenski ríkisdagslimurin, Amineh Kakabaveh, sum Turkaland nú vil hava útflýggjaðan.

- Øll boyggja seg fyri Recep Tayyip Erdogan, og soleiðis hevur hann alt Evropa í sínum hondum.