Ógvuliga fá konufólk hava torað at bjóða av til Prix Føroyar kappingarnar, sum hava verið higartil. Nakrar hava tó verið, sum ikki smæðast burtur á føroyska tónleikapallinum. Eitt nú Malan Eyðunsdóttir við Mark No Limits og ikki minst forsangarin í Clickhaze, Eivør Pálsdóttir, eru nøkur dømi um kvinnur, ið hava staðið á Prix pallinum.
Men tað er ongin loyna, at kallkynið er yvirtalið, tá talan er um hesa kapping. Í ár er støðan tó batnað, tí ongantíð áður hava staðið so nógv konufólk á listanum.
Í ár verða konufólk í øllum førum fimm av bólkunum. Talan er um bólkarnar: Dimmi, PH 5,5, Frostbit, Laila Hansen og MMM.