Kvinnurnar hava góðan møguleika at spæla seg víðari

Kvinnulandsliðið hevur munin undan dystinum móti Ísrael í dag, og kann koma víðari við javnleiki

Tað var stórur spenningur í høllini á Hálsi, tá føroysku hondbóltskvinnurnar móti dystarenda megnaðu at knúgva Finnlandi í undankappingini til bólkaspælið í EM-undankappingini.

 

Í gjár vann Finnland 28-24 á Ísrael, sum verður mótstøðuliðið hjá Føroyum í kvøld. Hetta merkir, at enn kunnu øll liðini koma víðari úr bólkinum. Føroyar hevur nokk við javnleiki, men tapa Føroyar, verður roknað eftir innanhýsis málmuni millum øll trý liðini. Vinnarin av bólkinum fær pláss í EM-undankappingini í bólki saman við Danmark, Rumenia og Eysturríki.

 

Føroyar og Ísrael spæla klokkan 16.00 í Høllini á Hálsi. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum. Dysturin sæst eisini í KVF og kann stroymast á live.hsf.fo, ella á ehftv.com, um tú býr uttanlands.

 

##ms##