Kvinnurnar hjá KÍ í nógvum hita

Champions League: Skal í morgin spæla í nógvum hita í Kýpros

Mynd: (ki.fo)

Kvinnurnar hjá KÍ er komnar vegin fram til Kýpros, har liðið skal spæla tríggjar dystir í Champions League. Í gjár kom ferðalagið vegin fram.

 

- KÍ kvinnurnar hava eina spennandi uppgávu fyri framman, tá liðið skal spæla í Champions League, har tær skulu møta FC Zürich Frauen í fyrsta dystinum í Champions League. Hini liðini í bólkinum eru Apollon LFC úr Kýpros og SFK Riga úr Letlandi, skrivar ki.fo.

 

Kvinnurnar hjá KÍ vunnu í farnu viku toppdystin móti HB í landskappingini. Í skrivandi løtu eru átta stig niður til nummar tvey HB, men NSÍ á triðja plássi hevur ein dyst til góðar og kann minka munin niður í seks stig.

 

##med2##

##med3##

 

Mynd: (ki.fo)