Kvinnurnar hjá NSÍ fingið nýggjan venjara

Allan Dybczak verður venjari hjá NSÍ-kvinnunum.

Kelda: Nsi.fo

– NSÍ hevur í kvøld gjørt avtalu við Allan Dybczak um at verða høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðinum hjá okkum.

 

Soleiðis skrivar fótbóltsfelagið NSÍ á heimasíðu síni í kvøld.

 

48 ára gamli venjarin var í tvey ár hjá B36 kvinnum og hevur síðstu 10 árini verið venjari hjá HB, meginpartin av tíðini hjá besta kvinnuliðnum.

 

– Talan er tí um ein sera royndan føroyskan venjara við góðum innliti í føroyskan kvinnufótbólt, skrivar NSÍ.

 

– Við einum sterkum venjara og fleiri sáttmálum er hópurin við at fáa eitt spennandi skap. Vit gleða okkum til at síggja hvussu tað fer at gangast. Vælkomin og blíðan byr við Løkin, Allan!

 

Kelda: Nsi.fo