Kl.18.00 í dag var stundin komin hjá kvinnuunglingum at spæla steypafinalu í flogbólti. Í ár vóru tað Mjølnir og Fleyr, sum hittust.
Í fyrsta setti var ikki stórur munur á liðnunum, men tað var Fleyr, sum legði seg á odda 1-0 í settum við at vinna 25-22.
Seinna sett var eisini javnt til tíðir, men við støðuna 19-19 vísti Fleyr sína styrki og umvegis 25-19 og 2-0 í settum kunnu tær nú kalla seg steypavinnarar.
Eftir dystin heiðraði Flogbótlssamband Føroya dagsins leikarar, og har vórðu Magnhild Jacobsen (Fleyr) og Amanda Johannesen (Mjølnir) útnevndar.