Fyrrakvøldið var tað SÍ, sum var omaná tá meistaradeild kvinnur dystaðust í einari sera spennandi finalu, og sum ikki var avgjørd fyrr enn í seinastu bóltunum, við minst møguligum muni. Í seinasta dystinum í gjár, var tað Fleyr, sum dróg longsta stráðið, eftir eina dramatiska og vælspælda finalu.
SÍ kom best frá byrjan, og legði seg væl á odda í fyrsta settinum, og helt munin alt settið. Annað settið gjørdist tað longsta, sum er spælt í sambandi við finalurnar. Eftir at liðini høvdu skifst um at verða á odda vann Fleyr vann 28-26. Nú varð neyðugt við javnbrótara,
Hetta settið gjørdist spennandi – liðini fylgdust alla tíðina, og skiftust um at vera á odda heilt fram til endan av settinum – men tað var Fleyr, sum gjørdist endaligi vinnarin, og gjørdist steypavinnari 2019 fyri kvinnuunglingar.
Fyri Fleyr bleiv Hilda Bolstad Mortensen vald til dagsins spælara, meðan Katla Henriksen bleiv vald til dagsins spælara fyri SÍ.
Úrslit: SÍ-Fleyr 1-2
(25-20, 26-28 og 15-17)
Mynd: (Fleyr) Aftast frá vinstru: Klæmint Isakesen, venjari, Súsanna Sólrunardóttir Ludvig, Barbara Káradóttir Durhuus, Ester Álvsdóttir Haraldsen, Bjarta Jákupsdóttir.
Fremst frá vinstru: Veronica Tani, Vár Rajani Færø, Hilda Bolstad Mortensen, Kristina Knudsen, Bjørk Nolsøe Isaksen.