Kvinnuuppgerð í Klaksvík

Sunnudagin tekur Stjørnan ímóti Neistanum í Klaksvík, meðan VB og Tjaldur hava útidystir ímóti teimum báðum niðastu liðunum. Úrslitið kann gerast, at toppurin verður uppaftur tættari.

Frá at hava verið ein kapping hjá VB, Tjaldri og Neistanum um at sleppa í FM-finaluna í Sunset-kappingini ímóti Stjørnuni, er tað nú meira blivið ein kapping millum øll fýra liðini um bara at koma í FM-finaluna.

Sum er, eru fýra stig millum nummar eitt og fýra, men hesin munurin kann minka sunnudagin, tá fjórðsíðsta umfarið í landskappingini er á skránni. Um Neistin vinnur á Stjørnuni og bæði VB og Tjaldur vinna sínar dystir, eru bert tvey stig á muni – og framvegis seks stig eftir at spæla um.

Við allari virðing fyri liðunum, sum bjóða av, er minst líka stórur møguleiki fyri, at Stjørnan vinnur á Neistanum, og so er alt, sum tað plagar. Og so snýr kappingin seg aftur um at sleppa at spæla finalu ímóti teimum reyðkløddu úr Klaksvík.

Men at Stjørnan tykist vera eitt sindur uppsteðgað í løtuni, hevur í øllum førum givið hinum liðunum trúnna uppá, at tey kunnu avgera tingini sjálv, so tí standa kanska nakrir serstakliga spennandi og áhugaverdir dystir fyri framman í Sunset-kappingini.

 

Favorittleiklutir

Tann fyrsti av hesum verður í Klaksvík sunnudagin, tá Stjørnan tekur ímóti Neistanum, sum sær út til at hava fingið ferð á. Ikki minst hava hinir báðir kappingarneytarnir, Tjaldur og VB, kent sviðan av vælkoyrandi Neistaliðnum.

Hinvegin hevur Stjørnan nýliga tapt fyri bæði VB og Tjaldri, so hóast klaksvíkskvinnur ikki kunnu vera annað enn favorittar á heimavølli, eru nakrar skøvur komnar í lakki í síðstuni, sum hava víst, at Stjørnan eisini kann missa takið og stavnhaldið.

Í øllum førum er hetta tann mest áhugaverdi av kvinnudystunum um vikuskiftið, og lítið man vera at ivast í, at bæði vágbingar og runavíkingar fara at fylgja væl við, hvussu gongst í Klaksvík, samstundis sum VB og Tjaldur sjálvandi royna at vinna sínar dystir.

Liðini eru bæði á útivølli, og hóast tað á pappírinum kundi sæð út til, at VB hevur lættara dystin, sum er ímóti Kyndli í høllini á Hálsi í Havn, meðan Tjaldur skal yvir um fjørðin at spæla ímóti StÍF á Skála, so er í báðum førum galdandi, at liðini mugu liva upp til favorittleiklutirnar og vinna, skulu tey kunna taka kjansin.