Kvívík roynir nú nýggja bussleið

- Tað hevur verið sera trupult at samskipað skúlabarnaflutningin eftir skúlatíð, sigur Kvívíkar kommuna.

Teir eldru skúlanæmingarnir í Kvívíkar kommunu ganga í Vestmanna skúla, og til flutning hava næmingarnir vanliga brúkt bussarnar hjá Bygdaleiðum (SSL) millum skúla og heim.

 

Men, nú fer Kvívíkar kommuna at royna nakað annað.

 

- Tað hevur verið sera trupult at samskipað skúlabarnaflutningin eftir skúlatíð, og hetta hevur ført til, at næmingarnir hava bíðað alt ov leingi.

 

Kvívíkar kommuna veit at siga, at skúli og bussur hava ikki klárað at syrgt fyri einari rímiligari bíðitíð eftir skúlatíð.

 

Kvívíkar kommuna hevur tí gjørt avtalu við Sp/f ABC Flutning um at koyra skúlanæmingarnar frá skúlanum í Vestmanna og til bygdirnar í kommununi.

 

- Talan er um heimkoyring klokkan 13.30 og 15.20 mánadag til fríggjadag.

 

Kvívíkar kommuna veit at siga, at nýggja skipanin byrjar í dag, 17. november, og avtalan við Sp/f ABC Flutning er í fyrsta umfari galdandi hetta árið út, men kann leingast fram til komandi summar.

 

Á myndini eru Dánjal Petur Müller, borgarstjóri í Kvívíkar kommunu og Danny Danielsen frá Sp/f ABC Flutningur.