Kvívíkar kommuna havt dagstovn í 25 ár

Tvey av starvfólkunum eru enn í dag í starvi á stovninum. Tað eru systrarnar, Lydia og Solveig. 

Fríggjadagin hin 1. juli var hátíðarhildið, at tað eru 25 ár síðan, at Kvívíkar kommuna læt upp dagstovn á fyrsta sinni. 

 

- Fyrsti dagstovnurnin var í lærarahúsunum á Víkarvegnum. Har helt stovnurin til heilt fram til juli í 2010. Í 2008 gjørdi bygdaráðið av at fara undir at byggja nýggjan dagstovn, tí gamli stovnurin nøktaði ikki tørvin. 

 

Í Kvívíkar kommunu vísa tey á, at tað var í juli í 2010, at Áarlon læt upp. Ein snotiligur bygningur, sum bæði børn, foreldur og starvsfólk gleddust um. 

 

- Tvey av starvfólkunum eru enn í dag í starvi á stovninum. Tað eru systrarnar, Lydia og Solveig. Tær hava verið í starvi hjá Kvívíkar kommunu øll hesi árini og væl meira enn tað, fyrst sum dagrøktarmammur og síðan á dagstovninum. 

 

Á samkomu í Áarlon fríggjadagin vórðu tær báðar heiðraðar fyri trúgva tænastu. Borgarstjórin helt røðu, og her vísti hann eitt nú á, at Lydia og Solveig eru systrar - og líkar í nógvar mátar. Báðar eru trúfastar, álítandi og samvitskufullar. 

 

- Ongantíð bangnar fyri at taka fatt – og tykkara partur liggur ikki eftir. Tit eru gull verdar - kki minst, tá yngri, óroynd starvsfólk byrja í Áarlon. Tit hava givið tykkara drúgvu praktisku royndir víðari til nýggju starvsfólkini. 

 

Borgarstjórin segði, at Kvívíkar kommuna virðismetir tað stóra íkast, trúfesti, ídni og samvitskufulla arbeiði, sum tær báðar gera, sera høgt. Á samkomuni hildu eisini starvsfelagar og dagstovnaleiðari røðu.

 

##med2##