Hondbóltur
Fitt av fólki hevði leitað sær í Ítróttarhøllina á Hálsi sunnudagin, tá Kyndil í sínum fyrsta heimadysti tók ímóti meistarunum úr StÍF. Ein dystur, sum mest sum altíð er borgan fyri undirhaldi á høgum støði, tí onkursvegna tykjast hesi bæði liðini at hóska sera væl til hvørt annað.
Ivaleyst hevur hetta eisini viðført eina serliga rivalisering millum feløgini, og undir øllum umstøðum var greitt longu frá fyrsta bríksli, at menn vóru tendraðir. Tó at talan sjáldan gjørdist um rátt spæl, so varð ikki ein tann einasti bóltur tveittur burtur fyri einki. Nógv varð lagt fyri í hvørjum einasta nærdysti, og tað gekk eisini javnt á í málskjótingini fyrstu løtuna.
Trýstið órógvar
Um miðjan hálvleikin tóktist tó, at Kyndil var um at vinna sær greiða yvirvág. Í einar tíggju minuttir megnaðu strandingarnir als ikki at fáa bóltin fram við Johan Danielsen, og tá Kyndil samstundis slapp ígjøgnum nakrar ferðirnar, so gjørdist uppgávan hjá meistarunum brádliga ógvuliga tung.
Størsti trupulleikin hjá StÍF hesa løtuna tóktist vera, at liðið als ikki megnaði at fáa glið á vanliga kvika kontraspælið. Verjuparturin fekk ikki fatur á nóg nógvum, og tá hesin ikki koyrir, so er trupult at fáa nøkur kvik kontra í lag. Eisini tóktist tað órógva ikki sørt, at Marian Cirloganescu nú eisini skal hugsa um leiklutin sum venjari, heldur enn bara hava tankarnar í málinum. Í øllum førum var stýringin av verjuni ikki eins trygg, sum hon hevur verið seinastu tvey árini. Møguliga skyldast hetta eisini, at talan á nøkrum plássum er um nýggjar leikarar, men tað vóru samstundis greið tekin um frustratiónir at hóma hjá annars so róliga venjaranum, og millum annað máttu dómararnir ta einu ferðina finna gula kortið fram, tá bólturin varð sparkaður burtur eftir enn eitt Kyndils-mál.
Orkusparing
Og so gjørdist tað ístaðin Kyndil, sum kundi fara at hugsa um kontra-partin av spælinum. Tó at Kyndil aftur í ár hevur eitt sera sterkt lið, so tykist størsti vansin at vera væntandi breiddin í hópinum. Hetta viðførir, at liðið ígjøgnum allan dystin framdi sera fáar útskiftingar, og tí máttu kreftirnar sparast onkra aðra staðni enn á beinkinum.
Frá byrjan av seinna hálvleiki var eisini sjónligt, at nú hevði Kyndil eina heilt greiða ætlan. Spælararnir vóru alla tíðina kvikir upp á pláss í verjupartinum, soleiðis at eingi óneyðuga lætt mál skuldu fara ígjøgnum, og so var at tveita tveir-tríggjar mans avstað, tá kontra-møguleikin beyðst. Hinir leikararnir tóktust fyri tað mesta fara niðan eftir vøllinum í róligum tempo, og tó at atferðin kanska tóktist dekan ov dólsk til tíðir, so var hetta í øllum førum við til at tryggja sigurin.
Eina løtu hóttu gestirnir tó við at koma aftur íaftur, tá Mihai Marinescu nærum fekk frítt spæl mitt fyri, men ein umskipan av verjuni til 5-1 fekk tó sett ein stóran dempara á hetta. Og tá Josef Abrahamsen skoraði til 25-22 tríggjar minuttir fyri leiklok, mundi punktumið vera sett. Eitt mál, sum annars í stóran mun undirstrikaði munin í dystinum. Strandingar mistu óneyðugt bóltin í álopi, og so fór Kyndil avstað. Fyrsti opni møguleikin varð tó brendur, men meðan bert ein strandingur hevði ómakað sær at renna heim við, so vóru tríggir Kyndilsmenn klárir at fylgja upp, og tí hevði Josef ikki stórvegis trupulleikar av at fanga returin.
Breiddin á muni
Og við sigrinum hevur Kyndil fyri fyrst lagt seg á odda í bestu mansdeildini í hondbólti. Nakað sum felagið hevur longt eftir nú í longri tíð, og í øllum førum er tað ein sannroynd, at teir ikki hava roynt hendan leiklutin síðani undan seinasta umfarinum á vári 1999. Ta ferðina var tað júst StÍF, sum noyddi Kyndil av gullplássinum, men um teir grønu fara at fáa hevnd í ár, er enn ov tíðliga at siga. Tað er tó einki at ivast í, at liðið hevur nógvar dygdir, men stóri trupulleikin tykist sum sagt vera breiddin í hópinum. Skaðar og leikbann vilja mest sum altíið koma fyri ígjøgnum eitt langt kappingarár, og í løtuni er ilt at síggja, hvaðan Kyndil skal finna avloysararnar, um onkur av berandi kreftunum fær forfall.
Í so máta man støðan hjá StÍF vera munandi hugaligari. Hesa ferð máttu teir vera skadda Svein Justinussen fyri uttan, og bara tað í sjálvum sær er ein sera dyggur smeitur. Hinvegin er einki at ivast í, at hópurin hjá strandingum er vorðin nakað breiðari í ár. Ikki minst tí Tjaldur hevur tikið seg úr kappingini. Hesa ferð var Sverri Justinussen millum teirra, sum mannaðu StÍF-liðið, og tó at hann er komin nakað upp í árini, so man hann framvegis teljast millum dyggastu bakspælararnar. Hartil ljóðar eisini, at Mortan Hansen skjótt fer at verða tøkur hjá liðnum.
Og so eru tað eisini nýggju leiklutirnir. Bæði hjá Marian Cirloganescu, sum ivaleyst man fara at venja seg við trýstið sum leikandi venjari, og so eisini Mihai Marinescu. Undan komuni til Føroyar ljóðaði, at tað einamest er í verjupartinum, at hann hevur sína styrki, men álopsdygdirnar eru tó eisini stórar er í Føroyum, og megnar hann at fáa hesar at sveiggja saman við Artur, Alexandur, Sveini og øllum hinum, so er lítið at ivast í, at strandingar aftur í ár verða ein herskin biti hjá flestu mótstøðuliðunum. At bitin tó kann svølgjast, var Kyndil prógvið fyri hesaferð.
Dysturin í tølum
Kyndil-StÍF 26-24 (13-8)
Málskjúttar
Kyndil: Hans Áki Dal-Christiansen 9(4), Janus Einar Sørensen 5, Josef Abrahamsen 4, Høgni Klein 4, Ken Zachariasen 2, Jacob Jónsson 1, Finnur Hansson 1
StÍF: Mihai Marinescu 8, Artur Johansen 4, Kristian Petursson 3(2), Alexandur Johansen 3(1), Jón Rasmussen 2, Sverri Justinussen 2
Brotskøst: Kyndil 4, StÍF 4
Útvísingar: Kyndil 7, StÍF 1
Dómarar úr Tjaldri: Kári Hansen & Trúgvi Mortensen. Hava onkra tíð staðið sterkari í myndini, men høvdu sum heild hampuligt tak á dystinum.