Kyndil er aftur við

Við einum sonnum liðavriki eydnaðist Kyndli at fáa fult í trupla útidystinum í Vestmanna, soleiðis at tær nú eisini eru í bólkinum av liðum, sum elta oddafiskarnar úr Vági

Kvinnuhondbóltur

Talan var um ein sera týdningarmiklan dyst fyri báðar partar ? og sum so eisini fyri kappingina ? tá VÍF sunnudagin tók ímóti Kyndli. Bæði liðini hava í ár sýnt nakað óstøðugt spæl, har úrslitini hava gingið báðar vegir, men hinvegin hava tey í løtum víst, at tey hvør í sínum lagi ivaleyst eru sera góð boð til fastan sess í oddastríðnum.
Í hesum hevur tað tó higartil bert verið VB, sum hevur sýnt neyðuga støðufesti, og tí var tað kanska eyka týdningarmikið hjá pørtunum, at stig fingust burtur úr dystinum sunnudagin.

Sum skilst á lagnum, so merkti týdningurin av dystinum eisini avrikini hjá liðunum. Sagt verður, at leikferðin frá fyrsta bríksli varð sett heilt langt upp. Somikikð langt, at liðini í løtum als ikki fingu fylgt við spælinum, og at teknisku mistøkni tí vóru rættiliga nógv í tali. Hetta viðførdi eisini hópin av møguleikum fyri skjótálopunum, men í nógvum førum vóru sendingarnar til framstormandi útleikararnar ikki nóg neyvar, soleiðis at tað spurdist ikki meira enn tað sama burturúr.
Serliga gekst illa í hond hjá VÍF at fáa nakað burturúr, og tað man vera langt síðani, at tær ikki hava skorað fleiri enn fimm mál í ein heilan hálvleik, og ikki minni langt síðani, at tær hava verið málleysar í 13 minuttir, soleiðis sum talan var um seinastu løtuna undan steðgin.
Hjá Kyndli gekst nakað frægari, tó at tað heldur ikki var talan um ta heilt stóru málveitsluna fyri teirra viðkomandi. Tað mundi tó vera ein góð ábending um, at hetta kanska var teirra dagur, tá tær fleiri ferðir megnaðu at skora av veinginum, har Manuela Stan annars plagar at vera ímyndin av tryggleikanum, men tað tykist eins og eisini hon er merkt av truplu gongdini, sum VÍF nú er komin í.

Hildu allan vegin
Seinna hálvleik byrjaði VÍF við einum stórum taki. Sóley Mikkelsen, sum var sjúk seinast, og sum hesa ferð byrjaði á beinkinum, royndi at seta ferð á, og meira enn ta einu ferðina høvdu tær grønu sera ilt við at halda skálakvinnuni. Men Kyndil slepti tó ikki takinum. Heldur royndu tær at svara aftur, soleiðis at munurin kundi haldast, og hetta seinasta eydnaðist teimum eisini, tó at tað stóð heilt nógv á seinastu løtuna.
Við tveimum minuttum eftir eydnaðist nevnliga VÍF at koma heilt upp á javnt, og so vóru brádliga útlit fyri, at okkurt kundi spyrjast burturúr hjá heimaliðnum kortini. Men Kyndil hevði enn ein trumf í ermini. Tó at tey VÍF vóru hørm um, at ein skiftisleikari hjá Kyndli ikki var komin heilt av vøllinum við tríggjar metrar, so tók Sonja Smiljic sær ikki nær av hesum, og avgjørd knallaði hon seinasta málið í kassan, soleiðis at sigurin kundi tryggjast.

Umskipan neyðug
Við sigrinum syrgdi Kyndil soleiðis fyri, at hóast óstøðugu avrikini, so er liði framvegis við, har sum tað hendir, og tó at VB í løtuni tykist vera væl betri fyri enn hini liðini, so er munurin enn ikki so stórur, at tað ikki ber til at taka tær aftur. Serliga ikki, tá stigini verða koyrd í tvey eftir jólasteðgin.
Hjá VÍF var úrslitið hinvegin enn ein staðfesting av, at talan helst verður um eitt nakað truplari ár í ár. Hóast liðið telur fleiri av bestu leikarunum í landinum, so tykist saknurin í Ioanu Rápa at vera sera stórur, og fyrst og fremst ræður um at umskipa spælið, soleiðis at sleppast kann undan hesum sakninum. Enn hava tær tíð og ráð at royna seg eitt sindur fram, men tað skulu ikki missast alt ov nógv stig afturat, áðrenn tað av álvara fer at sansa at hjá liðnum, sum hevur verið somikið einaráðandi seinnu árini.

Dysturin í tølum
VÍF-Kyndil 18-19 (5-9):
Málskjúttar:
VÍF: Sóley Mikkelsen 8(3), Jacklin Durhuus 3, Nicoleta Radu 3, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 2, Fríða Marjunardóttir 1, Eyðritt Andreasen
Kyndil: Sonja Smiljic 6(1), Ann Mari Vang 4, Marjun Johansen 3, Lotte Sørensen 3(1), Annika Ljósstein 3(3)
Brotskøst: VÍF 5, Kyndil 6
Útvísingar: VÍF 3, Kyndil 2
Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen