Kynsligur ágangur ímóti børnum skal revsast harðari

Í næstum verður uppskot lagt fyri Løgtingið um hetta

Tað hevur verður mangan ført fram, at revsingin fyri at gera seg kynsliga inn á eitt barn, er ov lin. Men nú fer Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, at leggja uppskot fyri Løgtingið um at herða revsingina fyri kynsligan ágang ímóti børnum.

 

Í áðni skrivaðu vit, at ætlanin er eisini at herða lógina um neyðtøku.

 

Les meiri her: Nú fáa vit eina strangari lóg um neyðtøku.

 

Eitt endamál við uppskotinum er at herða revsingina fyri at hava samlegu við eitt barn undir 15 ár, tá ið gerningsmaðurin hevur gjørt sær dælt av síni kropsligu ella sálarligu yvirvág.

 

Løgmaður sigur, at sum revsingin er nú, eru tað nógv, sum halda, at hon er so lin, at hon stendur ikki mát við ta skemd, sum hendir tí órættaða, og tær kropsligu ella sálarligu avleiðingarnar, ein slík skemd kann hava.

 

Tí er ætlanin, at revsingin skal hækka eitt ár. Sum nú lógin er nú, kann tann, sum hevur samlegu við barn undir 15 ár, verður dømdur í fongsul upp í átta ár. Men hevur gerningsmaðurin gjørt sær dælt av síni kropsligu ella sálarligu yvirvág, er tað skerpandi umstøður og so kann revsingin verða harðari. Hevur gerningsmaðurin skaffað sær samlegu við tvingsli ella við hóttanum, kann revsingin herðast upp í 12 ár. Men nú er so ætlanin at leggja eitt ár afturat revsingini.

 

Endamálið við uppskotinum er eisini at herða revsingina fyri blúnisbrot. Tað kann vera sera eyðmýkjandi fyri tann órættaða, serliga tá ið talan er um børn og tí verður bótin nú tvífaldað.

 

Táið ein dómur er feldur fyri kynsligan ágang ímóti børnum, fylgir tað onkuntíð við dóminum, at tann dømdi ikki longur hevur loyvi til at ferðast á ávísum økjum, eitt nú har børn og ung eru. Eisini tann parturin av revsingini verður nú herd so, at talan kann verða um, at tann dømdi ikki hevur loyvi til at vera nakrastaðni, har vandi er fyri, at tann dømdi ger nýggj líknandi brotsverk. Tað verður eisini skotið upp, at forboð skal kunna verða givið, longu tá ið tað roknast kann við, at vera vandi fyri, at dømdi fer at gera nýggj lógarbrot av sama slagi.