Aftaná mikið rumbul í nýstovnaðu býráðssamgonguni í Tórshavnar býráð í gjár, letur nú til, at partarnir hava funnið eina loysn, sum teir kunnu liva við.
Men fyrst mugu teir eisini gera loysnina átuliga hjá løgtingi og landsstýri, tí tað verður upp til landsins hægstu at avgera einaferð med alla.
Hetta kemst av, at kommunustýrislógin ikki heimilar, at tveir fólkavaldir politikarar verða settir í starv afturat hjá kommununi.
Hetta ger Hilmar Høgenni, deildarstjóri á kommunudeildini í Innlendismálaráðnum púra greitt, eftir at Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, í gjár boðaði frá, at samgongan er komin ásamt um, at tað framyvir skulu vera tríggir borgarstjórar í Havn. Í skrivinum varð hetta orðað soleiðis, at framyvir verða tveir politikarar aftrat borgarstjóranum dagliga til arbeiðis í kommununi; hvør á sínum øki: trivnaðar- og tekniska økinum. Hetta er átøkt stýrisskipanini í Keypmannahavn, har einar tvær milliónir fólk búgva.
Onnur skipan
Kommunuskipanarlógin ásetir, at ein borgarstjóri kann vera í starvi, antin hálva ella fulla tíð, og at hesin tá skal leggja niður borgarliga starv sítt. Eisini er áseting um, at borgarstjórin hevur dagligu leiðsluna av kommunalu fyrisitingini, og at hann býtir málini sundur til tær ymisku nevndirnar og tekur sær av teimum málum, sum ikki eru latin nakrari nevnd. Harumframt verður víst á, at varaborgarstjórin er í borgarstjórans stað, tá hesum berst frá.
- Tað er púra greitt, at nýggja samgongan í Tórshavnar Býráð ynskir eitt magistratstýri, sum vit eitt nú kenna tað úr Keypmannahavn. Men í Føroyum hava vit nevndarstýrdar kommunur, og tí er ein grundleggjandi lógarbroyting neyðug, sigur Hilmar Høgenni. Tað verður tískil Annika Olsen, landsstýriskvinnuna í innlendismálum, sum skal taka stig til broytingar í kommunustýrislógini.
Kennir trupulleikan
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu sigur seg vera greiðan um, at málið skal fyri landsins myndugleikar, men hann ivast ikki í, at tað fer at eydnast at broyta lógina. Eftir hansara fatan er tó bert neyðugt við broytingum í einari kunngerð. Hann sigur við Sosialin, at tey hava tosað um hetta í áravís, men at nú er ætlanin at fáa tað til veruleika.
- Vit hava leingi ynskt at fáa ein nýggjan kommunalan bygnað, so vit hava tríggjar fólkavaldar politikarar í starvi í staðin fyri tær nógvu nevndirnar, sum eru nú, sigur Heðin Mortensen, sum eisini vísir á, at arbeiðsøkið hansara er í so stórt.
- Kommunan er somikið stór og uppgávurnar, sum allar eru líka umráðandi, liggja ofta samstundis. So eg havi avgjørt gott av at verða avlastaður eitt sindur viðhvørt, sigur hann.
Í verandi skipan liggja allir nevndarfundir seint seinnapartin og út á kvøldið, tí fólkavaldu umboðini eru til arbeiðis um dagin.
- Hetta ger, at umsitingin altíð skal bíða eftir avgerðum frá nevndunum. Tað hevði verið nógv smidligari, um alt var samlað, so umsitingin kann samstarva við politisku umboðini í dagligdegnum eisini, sigur Heðin Mortensen.
Fyribils starv eftir nýggjár
Borgarstjórin í Havn vónar, at tað eydnast at broyta skipanina áðrenn 1. januar.
- Hetta hevur so okkara fyrsta prioritet og fara vit beint at seta okkum í samband við Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, sigur hann.
Men verður málið seinkað, til dømis í sambandi við kommunalreformin, sum er á veg, hevur samgongan gjørt av, at tað undir øllum umstøðum verður eitt tjóðveldisumboð til arbeiðis undir liðini á Heðin Mortensen um dagarnar aftaná nýggjár. Viðkomandi hevur tó ikki rætt til fulla løn og eftirløn, men má í fyrstu syftu taka til takkar við samsýningar fyri nevndarfundir, onkran formanssess, umframt tíggju prosent av lønini hjá borgarstjóranum, sum kommunustýrislógin heimilar.
Tórshavnar býráð hevur fyrr ætlað at fáa fleiri politikarar í starv. Tá hevur verið upp á tal at seta eitt umboð fyri minnilutan og eitt fyri meirilutan, umframt borgarstjóran. Til hetta sigur Heðin Mortensen, at ongin avgerð er tikin um hetta enn, men at fundur verður um málið í kvøld.
- Tað einasta, sum er púra greitt er, at annað umboðið verður frá Tjóðveldi og at tað verður frá 1. januar at rokna, sigur hann.
--
TIME-OUT MÁLIÐ Í STUTTUM
Fyrrapartin í gjár bað Jógvan Arge úr Tjóðveldi um time-out frá samgongutingingunum við Javnaðarflokkin Í Tórshavnar býráð.
Orsøkina segði hann lutvíst vera, at formaður Javnaðarfloksins hevði spilt Tjóðveldi út á landsfundinum um vikuskifti, umframt at Heðin Mortensen, borgmeistari, tók sær ov stóran part av æruni fyri avrikini hjá sitandi samgonguni.
Eftir samráðingar um málið seinnapartin í gjár, sendi Heðin Mortensen, borgmeistari út eina aðra fráboðan, har samgongulimirnir nú vóru samdir um, at tveir politikarar skulu arbeiða í býráðnum umframt borgarstjóran. Ætlanin er at nýggja skipanin skal koma í gildi innan 1. januar 2009.
- Verður skipanin ikki klár 1. januar, fer ein politikari úr Tjóðveldi sum bráðfeingis loysn at hava sítt dagliga arbeiði á Ráðhúsinum frá 1. januar at rokna, var sagt í fráboðanini.