Løgmaður eigur at geva Bill Justinussen eina átalu

Bill Justinussen fór út um mark, tá ið hann royndi at forða fyri, at løgtingsmaður slapp at seta spurning fram í Løgtinginum, sigur Edmund Joensen, Løgtingsformaður

Uppílegging

Løgmaður eigur at geva Bill Justinussen, landsstýrismanni, eina átalu.
Tað heldur Edmund Joensen, løgtingsformaður.
Hann heldur, at Bill Justinussen fór út um mark, tá ið hann mikudagin royndu at forða løgtingsmanninum , Heðini Mortensen, at seta ein fyrispurning fram í tinginum.
Løgtingsformaðurin sigur, at hetta er fyrstu ferð hesi sjey- átta árini, hendan skipanin hevur verið í gildi, at landsstýrislimir hava roynt at snúð sær undan einum fyrispurningi. Tað er eisini fyrstu ferð, at ein løgtingslimur atkvøðir ímóti, at ein fyrispurningur verður settur fram.
? Eg helt, eg hoyrdi yvir meg, tá ið Óli Breckmann bað um at tingið atkvøddi um, antin Heðin Mortensen skuldi sleppa at seta spurningin fram, so eg mátti spyrja uppaftur, sigur Edmund Joensen.
Hann sigur, at tað brýtur heilt frá vanligari siðvenju, at tingið atkvøðir um ein fyrispurning.
? Men landsstýrisfólk hava ikki atkvøðurætt í tinginum og tey hava so onki við eina atkvøðugreiðslu at gera. Tað eru bara tinglimir, sum hava við tað at gera.
Edmund Joensen sigur, at hetta snýr seg um javnvágina ímillum Løgting og Landsstýrið, tí tað er ein uppgáva hjá tinginum at hava eyguni eftir landsstýrinum. Og tað er eisini hetta, sum er endamálið við flestu fyrispurningunum.
? Tað er heilt skeivt, at ein landsstýrismaður roynir at forða fyri, at ein løgtingsmaður setir ein fyrispurning fram, tí tað hevur hann onki við at gera.
Sostatt er løgtingsformaðurin samdur við Heðin Mortensen í, at hetta er óhóskandi uppílegging í tingsins arbeiði.
? Fyrr hevði landsstýrið í felag ábyrgdina av teimum einstøku málsøkjunum, men nú hava landsstýrismenn hvør sær, ábyrgdin av sínum øki og tí er tað meiri neyðugt nú enn nakrantíð, at tingmenn seta nógvar fyrispurningar fram fyri at kunna fylgja við í tí, sum landsstýrið fæst við.
? Og landsstýrið er uppsitari hjá løgtinginum, onki annað, sigur løgtingsformaðurin. Og hann leggur afturat. at tað viðkemur ikki landsstýrisfólkum at gera av, antin ein spurningur er ov lítisverdur at verða settur.
? Tí haldi eg, at tað, sum Bill Justinussen gjørdi í tinginum mikudagin, var so stór uppílegging í tingsins arbeiði, at tað hevði verið hóskandi við eini átalu frá Løgmanni.

Politisk profilering
Sjálvur tekur Bill Justinussen tað róligt. Hann sigur, at skal landsstýrismaðurin altíð svara einum spurningi, er ongin orsøk hjá tinginum at atkvøða.
Og tí spurdi hann Óla Breckmann, um tað bar til at fáa tingsins meting av einum slíkum fyrispurningi, sum tann, ið Heðin Mortensen setti fram.
Hann heldur nevniliga ikki, at tað er av umsorgan fyri føðideildini, at Heðin Mortensen setir hendan fyrispurningin fram.
?Eg ivist ikki í, at endamálið er bara at gera vart við seg politiskt, sigur Bill Justinussen.
Hann sigur, at tá ið atkvøtt var um fyrispurningin, hevði hann ikki sæð hann og hann helt, at hann snúði seg bara um brævið frá starvsfólkunum á føðideildini til nakrar fyritøkur um fíggjarligan stuðul.
Nú skilir hann, at spurningurin er eitt sindur meiri umfatandi.
? Og eg meini framvegis, at eg havi mál, sum eru nógv størri og nógv meiri átrokandi at arbeiða við enn hetta.
Bill Justinussen leggur afturat, at hann hevur fingið at vita, at tað var bara í góðari meining, at starvsfólki á føðideildini sendu brøvini út, men at tær eru harmar um tað nú. Tí heldur hann, at fyri tær er tað óheppið at blíva við at draga málið fram.
Fær hann eina átalu frá løgmanni, tekur hann hana sjálvandi til eftirtektar, sigur hann.