- Lat meg siga tað heilt greitt. Vit eru ikki á veg inn í eina kreppu sum ta í níti árunum, segði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, í ólavsøkurøðu sínari í løgtinginum í dag Løgmaður viðurkendi, at búskapurin hevur verið fyri afturgongd, men hann víst staðiliga aftur, at nøkur verulig kreppa er fyri framman, og hann segði, at landsstýrið fór at virka fyri, at avleinginarnar av høgum oljuprísum og minni inntøku av fiski ikki fóru at merkjast ógvusliga kring landið.
- Ferðin á búskapinum er minkað, bæði úti í heimi og í okkara samfelag. Høgu oljuprísirnir hava noytt partar av fiskivinnuni í knæ. Heima við hús merkja vit eisini, at oljurokningin er hækkað munandi, at matvøruprísirnir eru hækkaðir, og rentan við.
- Jú, vit merkja øll hesa skeivu búskaparligu gongdina. Men búskapurin er væl fyri. Arbeiði er til øll, tí bæði í vinnuni og hjá tí almenna er brúk fyri góðum og dugnaligum fólki. Lat meg siga tað heilt greitt. Vit eru ikki á veg inn í eina kreppu sum ta í níti árunum.
- Í dag er almenna skuldin lítil, og landið hevur pening tøkan. Í níti árunum, tá landskassin var niðurpíndur av veðhøldum og bankabjargingum, kom skuldin upp á 6,7 mia. ? meira enn 100 prosent av BTÚ. Í dag er skuldin hjá landskassanum 2,1 mia. ? einans 15 prosent av BTÚ, umframt at landið eigur 2,3 mia. á bók. Samlað eiga Føroyar eina nettuogn á umleið 3 mia. krónur.
- Arbeiðsloysið er metlágt, umleið 1 prosent ? hóast tað møguliga er hægri í ávísum økjum. Hetta er tað lægsta í vesturheiminum. Í níti árunum var arbeiðsloysið uppi á heili 25 prosentum.
- So vit eru væl fyri, um viðrákið tó hevur hæsað av eina løtu, segði Jóannes Eidesgaard í ólavsøkurøðuni.