- Løgmaður, hvør ræður?

Politiska støðan er ógreið. Í løtuni verður landið stjórnað av minnilutastjórn, uttan at Føroya fólk veita, hvør er stuðulsflokkur hjá stjórnarflokkunum. Hetta er alt annað enn gjøgnumskygt. Sjálvt vit í politisku skipanini vita ikki, hvør veruliga stjórnar landinum.

Tað er grundarlagi fyri, at Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, vil vita frá løgmanni, hvør stjórnar landinum. Hann heldur, at føroyingar eiga at fáa fult innlit í samráðingarnar, sum fara fram um stuðul til eina minnilutastjórn.

- Onkursvegna hevur løgmaður myndugleika til at býta nýggj veiðirættindi út fyri fleiri 100 milliónir, hóast Føroya fólk ikki veit, hvør tryggjar honum hendan

myndugleika. Føroya fólk, sum er upprunaeigarin til øll veiðirættindi, veit

í løtuni ikki, hvørjar politiskar avtalur liggja aftanfyri komandi býtinum

av veiðirættindunum. Nógv verður skrivað og sagt um ogn Føroya fólks,

tilfeingisgjøld og alment uppboð, har endamálið er at tryggja rættvíst býti

av tilfeinginum. Men tá samráðingar um útlutanina av hesum ovurstóru

virðunum fara fram handan læstar dyr og á loyniligum fundum, hvørvur øll

virðing fyri politiskum slagorðum um rættvíst býti, tilfeingisgjald, alment

útboð og gjøgnumskygni, skrivar Bill Justinussen í skrivligum fyrispurningum til løgmann.

Spurningar til løgmann frá Bill Justinussen úr Miðflokkinum:

1. Hvør er stuðulsflokkur hjá stjórnarflokkunum, nú landið verður

stjórnað av eini minnilutastjórn?

2. Hevur løgmaður fingið tilsøgn frá nøkrum flokki á Løgtingi um, at

hann ikki fær ein meiriluta ímóti sær í Løgtinginum?

3. Hvør landsstýrismaður situr fyri málsøkinum fiskivinnumál, nú

veiðirættindi fyri 100-tals milliónir verða útlutað? Um løgmaður situr fyri

hesum málsøki, fer hann framhaldandi at sita fyri hesum málsøki, inntil

nýval verður?

4. Hvør stuðulsflokkur er partur av tilgongdini at býta veiðirættindini

eftir makreli.

5. Hvussu verður mannagongdin hjá sitandi stjórn, um ætlanin er at

finna sær undirtøku fyri teimum umleið 100 málunum, sum liggja óavgreidd í

Løgtinginum?