Løgmaður legði longu í setanartilgongdini upp í málið um setan av landsantikvari.
Tað sæst í uppsagnarbrævinum, sum frákoyrda landsstýriskvinnan Annlis Bjarkhamar fekk frá løgmanni týsdagin.
Í brævinum sigur løgmaður, at hann harmast um, at Annlis Bjarkhamar ikki legði upp fyri sínum viðmerkingum undir sjálvari setanartilgongdini.
Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, las nústaðni brævið, tá hann kom aftur av uttanlandsferð mikudagin. Hann sigur við Útvarp Føroya, at hann er skelkaður av at sanna, at løgmaður beinleiðis hevur blandað seg upp í setanina av landsantikvari.
? Hvussu er við ábyrgd landsstýrismanna, tá landsstýrismenn ikki fáa arbeitt í friði fyri løgmanni? spyr Høgni Hoydal.
Politisk ráð
Anfinn Kallsberg afturvísir, at hann hevur roynt at ávirka støðutakanina hjá Annlis Bjarkhamar, men váttar, at hann gav henni góð ráð, tá hon fór undir at kanna málið.
Tað byrjaði við, at Annlis Bjarkhamar vendi sær til løgmansskrivsstovuni, eftir at hon í tveimum umførum hevur fingið tilmæli frá setanarnevndini um at seta Símun V. Arge í starvið sum landsantikvarur. Annlis var ikki nøgd við tilmælið, og ætlaði sær tí sjálv at kanna málið. Umsitingin greiddi henni frá, at tað ikki er í andsøgn við nakra lóg.
Løgmaður frætti um samskiftið og gav so Annlis »nøkur politisk ráð«, sum hann málber seg.
? Eg segði við hana, at út frá einum politiskum sjónarmiði er tað sera óheppið, at hon fór inn í málsviðgerðina í setanartilgongdini. Fyri tað fyrsta er tað óvanligt og neyvan sæð fyrr. Harafturat hava vit eftir nógvan turbulens uppbygt ein setanarpolitikk. Hann snýr seg eitt nú um, at starvssetanir skulu byggja á fakligar metingar, sigur løgmaður.
? Eg havi sagt við Annlis, at tað er sera óheppið, at hon fór inn í málsviðgerðina, og um hon gjørdi tað, skuldi hon hava serdeilis góða próvgrund fyri at gera tað, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður.
Øskukalt samstarv
Hvussu er og ikki. Málið vísir, at tað er øskukalt millum stóru samgonguflokkarnar. Hetta er ikki fyrstu ferð, men fólk eru farin at spyrja, nær álitið er uppbrúkt.
Tingmanning Tjóðveldisfloksins skuldi hava fund hósdagin við tveimum málum á skránni. Annað var sjálv uppsøgnin av Annlis Bjarkhamar. Hitt var politiska støðan í síni heild.
Tjóðveldisflokkurin umhugsar at siga samgonguna upp, men sigur í somu vending, at løgmaður er tann fyrsti sum fær tað at vita. Yvirlivir samgongan aftur hesaferð, situr hon valskeiðið á tamb, tykjast eygleiðarar samdir um.